Jóan Símun Edmundsson spældi 54 minuttir, tá Arminia Bielefeld í dag vann á stórfelagnum og oddaliðnum í 2. Bundesliguni, Hamburg SV. Arminia Bielefeld vann 2-0, men føroyski landsliðsspælarin mátti lata seg skifta út stutt inn í seinna hálvleik.
Les eisini: Jóan Símun og Bielefeld vunnu á HSV
Jóan Símun Edmundsson hevur drigist við ein knæskaða síðani november í fjør, tá hann lendi skeivt í dysti fyri sítt týska felag. Undan dystinum móti Dynamo Dresden mikukvøldið hevði hann eisini trupulleikar við einum trælæri. Tað er meiri tað seinna, sum drillar.
- Tað er einki álvarsligt og vænti at spæla aftur komandi dyst. Eg fekk bara ikki hita í lærið, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Við sigrinum á HSV hevur Arminia Bielefeld nú lagt seg á 11. pláss í 2. Bundesliguna.