Tí etur tú ov nógv

Tú veitst væl, hví talið á vektini vaksur og vaksur ? tí at tú etur ov nógv. Spurningurin er bara, hví tú ikki megnar at lata vera. Oestrogen.dk hevur fimm boð upp á, hví tú etur meira, enn tú brennur av tær.

 

1. Ov nógv á tallerkinum

Tú skalt altíð bara eta ein verð, tí tá er lættari at halda skil á. Tað er tó ikki so einfalt, um tallerkurin er ov stórur. Nýt tí minni tallerkar og skálir, tá tú etur.

 

2. Ávirkað av umhvørvinum

Matur er ikki bara matur. Matur er eitt upplivilsi ? serliga í ballum og á hátíðum, men lat ikki umhvørvið ávirka, hvussu nógv tú oysir á tallerkin.

 

3. Sjónin svíkjur

Størri tallerkurin er, minni sær maturin út á tallerkinum. Tað kann gera, at tú etur meira enn ríkiligt, hóast tú heldur, at tú ikki ger. Tallerkurin, ið í 30unum var um 22,5 cm, er í dag næstan 30 cm.

 

4. Vanar

Í sofuni um kvøldarnar er lætt at opna handan posan av bommum ella chipsi, tú hevði við heim frá tínari seinastu flogferð. Brót hendan vanan og lat posan liggja.

 

5. Ov stórt úrval

Stóra útvalið av mati spælir ein stóran leiklut, tá tú ovetur. Tað er altíð eitt ringt hugskot at fara á buffet, tá tú fert út at eta. Úrvalið er so stór, at tað er ringt at lata vera at royna alt. Ver samd við teg sjálva um, hvussu nógv tú skalt eta, áðrenn tú fert.