Føroysku U17-dreingirnir hava seinnapartin í dag framt eitt risa bragd við at vera tað fyrsta føroyska fótbóltslandsliðið, sum spælir seg víðari til EM-endaspælið. Hetta gjørdu teir við 2-1-sigri ímóti Slovakia, og endaðu teir tískil nummar tvey í elite-round bólki 8.
Les eisini: U17 sensatión: Føroyar til EM-endaspælið!
Reglurnar hava verið eitt sindur ørkymlandi, men tað kann nú staðfestast, at Føroyar eru í EM-endaspælinum. Einans tann á ein hátt vánaligasti 2'arin gerst svartiper og sleppur ikki víðari til endaspælið, men Føroyar eru ikki vánaligasti 2'arin.
Reglurnar siga, at:
Bólkavinnararnir og teir sjey 2'ararnir við bestu úrslitunum ímóti nummar eitt og trý í bólkinum fara víðari til endaspælið saman við vertunum.
Enn eru ikki allir bólkar avgreiddir, men longu nú er greitt, at í øllum førum Portugal, sum eisini gjørdist 2'ari í bólkinum, hevur staðið seg verri enn Føroyar ímóti nummar eitt og trý í sínum bólki.
Tískil kann staðfestast, at Føroyar ikki eru vánaligasti 2'ari, og at dreingir okkara eru víðari til EM-endaspælið, sum verður í Kroatia frá 3. til 19. mei. Lutakastið til endaspælið verður 3. apríl.