Nógv verður í hesum døgum kjakast um fosturtøku. <?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
Summi vilja, at lóg skal setast í gildi í Føroyum, sum gevur kvinnum loyvi at fáa fosturtøku, tá tær ynskja tað.<o:p></o:p>
Onnur stríðast hart ímóti fríari fosturtøku.<o:p></o:p>
Men sjáldan hoyra vit, hvussu kvinnur hava tað, sum koma í slíka støðu, at tær gjørdu av at taka eitt fostur.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Tómir armar<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
?Tað snýr seg um at steðga einari lívsleið.<o:p></o:p>
Summi nýta onnur orð um tað.<o:p></o:p>
Eg var við og gekk í kravgongu fyri hesari lógini, sum skuldi geva mær størri fríheit. Sum skuldi geva mær møguleika at sleppa frá einum barni, sum ikki var ætlað - og møguleikanum at føla ta sorg, eg nú kenni.?<o:p></o:p>
Soleiðis skrivar Britt Karin Larsen í bók síni, ?Du er likevel til?.<o:p></o:p>
Bókin er eitt bræv til barn hennara, sum ongantíð varð borið í heim?.<o:p></o:p>
Bókin byrjar við, at Britt Karin er á ferð í Jerusalem. Inni á skrivstovuni hjá Palestinian Human Rigth, situr hon og lesur deyðslistarnar:<o:p></o:p>
?Imad Hamdi Abu Asi, 15 dagar, deyður av táragassi.<o:p></o:p>
Fatheh Al ? Quidri, 4 dagar, deyður av táragassi.<o:p></o:p>
Við hvørjum rætti verða hesi børn dripin? Enntá ófødd børn láta lív undir gassálopunum, skrivar hon víðari.<o:p></o:p>
Eg rópti eftir rættvísi fyri hini.<o:p></o:p>
Men hvønn møguleika fekk tú?<o:p></o:p>
Tað vóru ikki herðmenn og táragassbumbur, ið gjørdu enda á tínum lívsljósi...<o:p></o:p>
Vápnið var eitt útfyllingarblað, eg skrivaði undir uppá.<o:p></o:p>
Ein umsókn um lógliga fosturtøku.<o:p></o:p>
Hvønn ákæri eg nú??<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Valið er títt<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Sum so nógvar aðrar kvinnur, fekk Britt Karin aftur og aftur at vita, at valið var hennara. Men í bókini kemur týðiliga fram, at hon varð trýst til fosturtøku av vantandi stuðuli frá manni sínum.<o:p></o:p>
Bókin er skrivað eitt ár eftir, at Britt Karin hevði fingið fosturtøku, og rúmar ófatiliga stórari sorg, longsli og sálarkvøl.<o:p></o:p>
Á donskum hevur bókin heitið, ?Du er alligevel til? og er givin út á Hans Reitzels Forlagi í 1990. <o:p></o:p>
Bókin fæst til láns á bókasavninum hjá Føroya Provita, telefon, 455146. <o:p></o:p>
Britt Karin Larsen hevur fingið fleiri virðislønir fyri skaldskap sín, eitt nú fekk hon í 1993 Gyldendals legatið.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>