”Eitt 10 tal! :-)”, ”Túsund takk fyri allar heilsanir, tað fløvar :-)”,”Huff, hendan samgongan...”, ”nýtt jobb!” og ein ørgrynna av 'mær dámar' og viðmerkingum.
Menniskjan er í síni essens eitt floksdjór, hvørs hægsta endamál eru sambondini við onnur menniskju. Hesa grundleggjandi sosialu drívmegina hevur netverkið hjá Mark Zuckerberg frammum alt annað duga at kapitalisera uppá. Og tað er ikki hissini framburður, sosiala netverkið hevur sæð: Frá at vera eitt lítið lokalt netverk fyri lesandi á Harvard í 2004, til 901 milliónir brúkarar í 2012, slakar tríggjar ferðir fólkatalið í USA. Atgongdin til at samskifta við so nógvar brúkarar gevur Mark Zuckerberg eina serstøðu, sum nógvir statsleiðarar bert kunnu droyma um. Ambitiónin hjá Zuckerberg er av bonapartskum slagi; einki minni enn allir alnótsbrúkarar í heiminum. Og nú facebook eisini er á skrásett á virðisbrævamarknaðinum, við einum virði uppá ikki minni enn slakar 104 milliardir dollarar (fyri eina heimasíðu? hugsar onkur), er ambitiónin at útbyggja og varðveita serstøðuna á marknaðinum í allar ævir. Næsta málið er ovurhondsstóri kinesiski marknaðurin, har Facebook enn er forboðið. Men Mark Zuckerberg er farin at læra seg kinesiskt, og tað gevur helst nakrar ábendingar.
Facebook hevur longu tryggjað sær eitt slag av persónligum sálarfrøðiligum monopoli: Ert tú ikki á sosiala netverkinum, kanst tú ikki vera vísur í at verða boðin við til spennandi og týðandi sosial tiltøk, umframt at alsamt fleiri nýta netverkið sum grundleggjandi samskiftisplatform frammum sms-boð og teldupostar; skalt tryggja egna luttøku mást tú vera á netverkinum. Facebook spælir uppá grundleggjandi menniskjanliga tørvin á at vera partur av sosiala felagskapinum. Tað kostar at vera uttanfyri. Tí er eisini sera trupult hjá øðrum sosialum netverkum á alnótini at kappast við Mark Zuckerbeg. Alnótsrisin Google gjørdi eina roynd við sosiala netverkinum Google +, men lítið spurdist burturúr, og hóast Google + tøkniliga stendur seg væl í kappingini, verður trupult at kappast. Orsøkin man vera, at facebook brúkarar hava brúkt nógva tíð og orku uppá at netverka, og at gerast ”vinir” við alskyns hugsandi gamlar vinir og kenningar, tey gera tí treyðugt hetta arbeiði umaftur. Síðan tryggjar sína serstøðu á marknaðinum við, at brúkarin sjálvur hevur lagt ovurhondsstóra persónliga orku í hana. Harumframt telist Facebook millum tær síður, fólk brúka tað mesta av síni online tíð uppá, til stóra ørkymlan hjá nógvum arbeiðsgevarum, tí hvat kann vera meiri týðandi enn at røkja síni sosialu sambond?
Sálarfrøðin vitjar cyberspace
Stephen G. Hoffman og Ashwini Nadkarni, frá Boston University í USA, ið hava granskað í sálarfrøðiligu drívmegini handan facebook nýtslu, komu í 2011 til tvær høvuðsniðurstøður um, hví fólk vera so drigin at sosiala netverkinum: Í fyrstu atløgu er talan um ein sterkan menniskjanligan tørv á at hoyra til og í øðrum lagi ein grundleggjandi tørv á, at føra seg sjálvan fram. Niðurstøðan hjá teimum tekur útgangsstøði í eini ørgrynnu av kanningum og litteraturi á økinum. Tørvurin á at hoyra til er tætt knýttur at grundleggjandi menniskjanligum aspektum, eitt nú sjálvsvirðing og sjálvsáliti. Hesir tørvir vera bert uppfyltir í sambondum við onnur, og sosialir miðlar á netinum bjóða seg fram at nøkta hesar tørvir.
Men hetta er ikki øll frágreiðingin. Facebook nýtsla fer langt útum at røkja tøtt sosial sambond. Summi hava omanfyri 1000 vinir og onnur væl meiri enn tað. Tørvurin á at føra seg sjálvan fram, at gerast sjónligur í einum sosialum konteksti er eins grundleggjandi menniskjanligur, sum tørvurin at hoyra til er. Men royndirnar at føra seg sjálvan fram hava aloftast ikki til endamáls at tekna nakra rættvísandi mynd av sær sjálvum fyri sínum ”vinum”.
Granskarar vísa á, at tað oftast snýr seg um at siga eina ávísa søgu um seg sjálvan. Eina sonevnda ideella søgu um, hvør ein er, ella fegin vildi verið. Hetta er frágreiðingin uppá, at nógv eru rættuliga selektiv í mun til, hvat fyri søgur, tíðindir og myndir tey leggja út. Talan er eina støðuga samleikaskapan; samleikar sum fólk kanska fegin vildu havt í veruliga lívinum, men sum tey hava torført við at liva upp til uttanfyri sosiala miðilin. T.d. leggja fólk stóran dent á at greiða frá ella vísa hendingar, ið geva ábendingar um at tey hava eitt serliga spennandi ella hendingaríkt lív. Hesar niðurstøður kunnu helst ljóða eitt sindur fordømandi, men tvørturímóti staðfesta tær heldur, at talan er um grundleggjandi menniskjanligar tørvir, ið so ella so eru partar av okkum øllum. Semja er eisini um, at øll ikki eru eins stýrd av sjálvprofilseringsdrívmegini, summi nýta facebook í nógv størri mun í trá við fyrru drívmegina; at hoyra til og varðveita sosial sambond.
Nógv verður eisini kjakast um vansarnar við facebook ovurnýtslu, og róð verður frammundir, at lívið í cyberspace elvir til at fólk missa førleikarnar varðveita tøtt sosial í veruliga lívinum. Facebook gevur fólki møguleika at varðveita sosial bond, men á einum rættuliga yvirfladiskum støði. Her er talan um gamla spurningin, hvat kom fyrst, hønan ella eggi; brúka fólk sína tíð á facebook tí tey eru sosialt afturhaldin, ella gerast tey afturhaldin orsaka av sosialu miðlunum. Semja er tó um, at hóast tøknin gerast alsamt meiri háfløgd, og skapar bæði avmarkingar og møguleikar, so eru tað framvegis urgomlu menniskjanligu tørvirnir ið liggjan handan nýtsluna av tøknini.
Vitan um brúkaran gevur vald
Men sosialir miðlar eru ein snild uppfinning. Umframt at nøkta nakrar grundleggjandi tørvir, gevur brúkarin eigaranum nøkur sterk vápn. Brúkarin leverar ókeypis tilfar, tíðindir og myndir, og miðilin heystar ágóðarnar við einum trúgvum brúkaraskara og lýsarum. Tey flestu hugsa neyvan stórvegis um henda partin. Tó hava 59 % av brúkarunum á facebook ikki álit á privatásetingunum á síðuni, vísir ein kanning hjá amerikanska CNBC. Facebook veit meiri um sínar brúkarar, enn flestir statir í heiminum gera um sínar egnu borgarar. Og eingin ivi er um, at brúkarar geva síðuni nógvar persónligar upplýsingar, sum gera síðuna serliga máttmikla. Brúkarar sýna síðuni væl størri álit enn enn flestum offline myndugleikum, uttan at gera sær stórvegis hugsanir um møguliga misnýtslu. Í kritikkinum verður lagt upp til, at nú netverkið er skrásett á børsinum, í størri mun fær tørv á at gera sær dælt teirri stóru vitan, tað hevur um brúkaran fyri at rættvísgera sítt fíggjarliga virði á virðisbrævamarknaðinum. Vitanin um brúkaran er sjálvt livibreyði hjá síðuni. Fleiri óttast, at tí at sosiala netverkið nú í størri og størri mun er knýtt til eksternar síður, harvið eisini kann savna sær enn størri vitan um, hvar aðrastaðni brúkarin ferðast og í størri mun málrætta lýsingar enn betri, umframt áhaldandi vitan um, hvar mobilir brúkarar fysiskt eru staddir til einhvørja tíð.
Men ikki alt er sum tað sær út. Facebook gevur eisini brúkarunum ein valdsmiklan samskiftis platform, ið styrkir samskiftisførleikarnar hjá brúkaranum. Sosialu miðlarnir hava bjóðað siðbundnu miðlunum av. Politikarar kunnu samskifta beinleiðis til sín veljaraskara uttanum filtrið hjá siðbundnu miðlunum og í størri mun seta egnan dám á samskifti. Eygleiðarar halda, at sosialu miðlarnir, og serstakliga facebook kunnu spæla ein týðandi leiklut fyri, hvør vinnur amerikanska forsetavalið í november fyri fyrstu ferð. Barack Obama og hansara fólk hava sett ein heilan hóp av tøknifrøðiligum serfrøðingum til at savna dáta um møguligar veljarar, eitt nú av facebook. Høvuðsheimasíðan hjá Barack Obama eggjar viðhaldsfólki til at logga á við facebook, harvið fær síðan atgongd til persónligar upplýsingar og vinarnetverkið hjá viðhaldsfólkunum. Í Føroyum síggja vit eisini at politikarar í nógv størri mun dagliga leggja sín boðskap út á facebook, eisini tá val ikki er. Hetta tykist vera normurin. Og tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir flestu eru á sosiala netverkinum hjá 28 ára Zuckerberg. Løgið at hugsa sær, at ein heimasíða, ið hevur høvuðssæti í Kalifornia í USA, kann fáa beinleiðis ávirkan á føroyskan politikk og valstríð.










