Í Danmark er “gastric bypass” mest brúkti hátturin, tá stórir trupulleikar eru við yvirvekt. Við “gastric bypass” verður eitt nú magin minkaður, og eisini kann føðin leiðast uttan um byrjanina av tarmunum – tólvfingratarmin – sum merkir, at ikki øll neringin frá matinum, tú etur, verður tikin upp. Tað ber ikki til at broyta tað aftur, sum verður framt við “gastric bypass” skurðviðgerðini, hóast sjúklingurin ikki hevur hug at vera verandi viðgjørdur.
Ein teirra, sum hevur fingið “gastric bypass”, er Hardy Hvam. Hann er farin út 188 kilo niður í 103 kilo.
- Tað er ræðuligt at viga so nógv. Tú ert fangaður í egnum kroppi. Tú sigur nei til nógv, sum tú kundi hugsað tær, men sum tú ikki kanst. Tú roynir at billa tær sjálvum og øðrum inn, at tú ikki tímir, men innast inni ger tað ilt, sigur hann.