Tí er meistarin ikki við

Føroyameistarin í badminton, Benjamin Gunnarstein, verður ikki við á oyggjaleikunum í Gotlandi.

Í gjár varð kunngjørt hvørjir leikarar fara at umboða badminton á oyggjaleikunum í Gotlandi í summar. Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, og hjálparvenjarin, Paulo Pinheiro, hava úttikið 10 leikarar – fimm kvinnur og fimm menn.


Les eisini: Landsliðið úttikið til OYL


Onkur hevur helst longu varnast, at nýklakti føroyameistarin, Benjamin Gunnarstein, ikki er úttikin. Tað er tað ein orsøk til. Hann hevur nevniliga heilt einfalt ikki loyvi til at luttaka á oyggjaleikunum í Gotlandi.


Orsøkin er, at Benjamin Gunnarstein einans er hálvur føroyingur, og at hann í hesi syftu ikki hevur búð nóg leingi í Føroyum til at hava rætt til at umboða Føroyar. Hann hevur tó áður búð her, og hann var eisini við á oyggjaleikunum á Jersey fyri tveimum árum síðani.


Oyggjaleikalandsliðið 2017 í badminton:


Kvinnur:

Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF/Københavns Badmintonklub

Kristina Eriksen, HBF/Ikast FS Badminton

Gunnva Jacobsen, HBF

Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF

Sissal Thomsen, HBF


Menn:

Niklas Eysturoy, HBF/Skovbakken Badminton

Bartal Poulsen, VÍF/Højbjerg Badminton Klub

Hilmar Kass, HBF/Amager Badminton Klub

Magnus Dal-Christiansen, HBF

Rógvi Poulsen, HBF