Áki Egilsnes er ikki í landsliðshópinum til dystirnar ímóti Kekkia 4. og 7. November, orsakað av skaða, sum hevur argað føroyska høgra bakkin í nærum eitt ár.
Í tíðindaskrivi frá Hondbóltssambandi Føroya mánadagin, var sagt, at Áki Egilsnes hevði givið avboð av persónligum orsøkum.
- Tað er ein hørð kapping, og tí skalt tú verða 100% til staðar, bæði fysiskt og mentalt, tá ið tú skalt umboða landsliðið, og har eri eg ikki beint nú, sigur føroyski stórskjúttin í Íslandi, Áki Egilsnes, ið hevur verið darvaður við skaða í nærum eitt ár.
Tað var í dysti, har Áki Egilsnes og KA vunnu á FH tann 10. November í 2019, at føroyski høgri bakkurin mátti av vøllinum við hovnum knæi. Tað kostaði honum meginpartin av kappingarárinum eins og landsdystirnar í januar.
Síðani hevur hann verið aftur á vøllinum og avrikað væl fyri sítt lið, KA í Íslandi, men tað hevur verið tungt at spæla, og í seinasta dystinum kendist pínan aftur av álvara.
Eftir millum annað eitt prát við landsliðsvenjaran, var avrátt at geva avboð til landsdystirnar í november. Og so er vónin at vera við aftur til dystirnar ímóti Ukraina og Russlandi í vár: - Eg fari at gera alt fyri at uppbyggja meg - bæði fysiskt og mentalt, so at eg kann vera til reiðar um landsliðsvenjarin skuldi valt meg út aftur til næstu landsliðssavnan. Tað er barndómsdreymurin at spæla við landsliðnum, og tað fari eg at stríðast fyri, staðfestir Áki Egilsnes.