Tí er Fróði aftur á landsliðnum

(Ljóðsamrøða) At gevast uttan at spæla var ikki ein møguleiki

Fróði Benjaminsen er aftur á landsliðnum. Í samrøðu við Rás2 greiðir hann frá hví hann valdi at takka ja, tá boð vóru eftir honum aftur.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Heini Vatnsdal aftur á landsliðnum

 

- Eg hevði eina tóma kenslu tá eg gavst, tí eg ikki slapp at spæla, sigur Fróði Benjaminsen, sum tá hevði ein skaða, sum kundi verið álvarsamur.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

Síðani er hann blivin frískur og spælir fast í miðverjuni hjá HB. Tað var ikki ein møguleiki at gevast uttan at spæla er boðskapurin frá Fróða Benjaminsen.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Ungarn, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Byrjað verður at senda klokkan 16.