Kristin Michelsen vil ikki skrivað undir. Tað er orsøkin til, at samgongan hevur so nógv mál liggjandi í Løgtinginum, sum hon ikki fær avgreitt.
Andstøðan hevur ferð eftir fer átala arbeiðsháttin hjá samgonguni. Í hesum sambandi hevur samgongan víst á, at samgongan hevur heili 21 mál liggjandi í Fíggjarnevndini, sum ikki koma aftur í Løgtingið.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at hækka játtanina til Bláa Kross, og Frælsi á Eiði, tilsamans 2,1 milliónir krónur.
Tað eru limir í andstøðuni, sum hava lagt uppskotið fram, men tað merkisverda er, at Kristin Michelsen í samgonguni er eisini við til at leggja uppskotið fram, og tað elvir til stóra misnøgd í samgonguni.
Men nú vátta tveir limir í samgonguni fyri Løgtinginum, at orsøkin til, at Fíggjarnevndin ikki fær avgreitt málini, er, at Kristin Michelsen ikki vil skriva undir álitini.
Síðani hann misti meirilutan í Tvøroyrar Býráð, hevur hann boðað frá, at hann ikki longur følir seg bundnan av samgonguni í Løgtinginum, men fer at atkvøða frá máli til mál.
– Tað er hansara val og tað er ein av orsøkinum til, at málini ikki koma úr Fíggjarnevndini, váttar Hilbert Elisson, sum hevur sæti á tingi fyri Helenu Dam á Neystabø, og sum eisini er limur í Fíggjarnevndini.
Ruth Vang, sum er forkvinna í fíggjarnevndini, váttar eisini, at tað liggja 21 mál í nevndini, tí at tey mangla eina undirskrift.
Og ein avleiðing av tí er, at nú liggja 21 mál í Fíggjarnevndini, sum hon ikki fær avgreit, tí Kristin Michelsen vil ikki skriva undir álitini.
Samgongan hevur fýra limir í Fíggjarnevndini og andstøðan hevur fýra umboð. Men fyri at Fíggjarnevndin skal kunna viðgera eitt mál, og leggja tað fram aftur í Løgtinginum, krevst, at meirilutin í nevndini, altso minst fýra nevndarlimir skriva undir.
Men tað eru bara tríggir limir í samgonguni, sum vilja skrivað undir, tí Kristin Michelsen vil ikki. Og limirnir í andstøðuni føla onga trongd til at hjálpa samgonguni burtur úr knípuni og tískil liggja nú 21 mál strandað í fíggjarnevndini, og kunnu ikki avgreiðast.