Út ella inn við c q w x z?

Eivind Weyhe
-----

Eitt sum ferð eftir ferð verður ført fram í kjakinum um stav­raðið, er at um vit loyva nøkrum “fremmandum” bók­stavum (c q w x z) inn í stav­raðið, so er deyðin í dur­unum, okkum býðst ikki bøt­ur sum tjóð, og retoriskt verð­ur spurt: hvar enda vit? o. s.fr.
Veruleikin er at nevndu bókstavir longu eru har. Tað er bara at sláa upp í teirri orðabókini sum al­ment ber heitið Føroysk orða­­bók, og sum millum manna ofta verður nevnd Móður­­málsorðabókin. Har standa teir fimm stavirnir hvør á sínum fasta stað í alfabetiseringini av orða­bókini. Ikki eru leitorðini nógv undir hvørjum teirra. Undir bókstavinum c eru leitorðini seks (við níggju týdn­ingum, eitt nú c-vitamin), undir q bara eitt (sjálvt navnið á stavinum), undir w fýra (t.d. watt), undir x eru trý (við fimm týdningum, t.d. heiti á ókendari stødd), undir z er bara heitið á bók­stavinum. Harumframt koma hesir stavir fyri inni í ein­støkum orðum í bókini, t.d. í kilowatt, kilowatttími, marxisma, nazisma, ozon(lag) o.fl. Legg merki til at heitið á orðabókini er Føroysk orðabók, og ikki minst at tað óalmenna heitið er Móður­málsorðabókin. Tað vil við øðrum orðum siga at ein orða­bók sum prýðir seg við hesum stoltu heitum, og sum jú er standardverkið tá ið um ræður føroyskt, ikki smæð­ist við at brúka hesar “fremm­andu” stavir. Teir eru sostatt longu í føroyskum, ikki í arvorðum, men í lánorðum (tøku­orðum), sum jú eisini eru partur av okkara málbrúki. Av tí sama koma teir ikki so ofta fyri (hava avmarkaða distributión), men teir eru har. Millum tey fremmandu orðini, vit brúka, eru eisini nøvn á fremmandum støð­um, nøvn ið ikki hava vunn­ið sær langa skrivliga hevd í føroyskum, og sum tí sum ein megin­regla eiga at skriv­ast sum tey skrivast á stað­num. At hetta skal beina fyri føroyskum máli, er ikki annað enn sjálvhátíðarligt og patetiskt vrevl.
Í kjakinum fært tú eina kenslu av at stavraðið er ein slag av halgigripi, okkurt sum førir sína egnu tilveru, leyst av málinum sjálvum. Men stavraðið er einki ann­að enn listin yvir teir stavir vit í roynd og veru brúka, og teir síggja vit í Móður­máls­orðabókini. Tað sum málið tí snýr seg um, er ikki um vit skulu loyva hesum bókstøvum inn, men um teir skulu forfjónast, rekast á dyr. Um so er, so má tann logiska fylgjan vera at taka teir úr eini bók, sum eitur Føroysk orðabók. Ella gevur tað heila onga meining. Men so løgið tað ljóðar í argumentatiónini, so vil eingin tað. Nei, vit kunnu gott brúka hesar stav­irnar, verður sagt, og “tey, sum hava hug, kunnu sleppa at sita og spæla sær við teimum”, sum tað bleiv orðað í Málráðnum.