Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, fer nú at gera dokumentarsendingar í sjónvarpinum. Eftir tíðindasendingina hósdagin í næstu viku fer sendingin hjá henni fyri fyrstu ferð í luftina. Sendingin kallast »Tá eldur kemur í gamalt hoyggj«.
Hesum boðar Kringvarpið frá, sum nú so smátt eru farið í holt við vetrarskránna.
Av forkunnugum sendingum, sum Kringvarpið borðreiðir við, nevna tey eina sending úr Mykinesi hjá Zacharias Hammer frá 1995, sum kemur í sjónvarpinum mikukvøldið klokkan 19.
Barnasendingarnar verða framvegis á skránni hjá sjónvarpinum fríggjakvøld ? og har hava tey eina nýgjørda sending hvørjaferð, boðar Kringvarpið frá.
Í vikuni sum kemur verður eisini avgjørt, um endursendingin av morgunlestrinum verður tikin uppaftur.