Í dag er skírhósdagur, ið er hósdagurin í stilluviku. Dagurin verður eisini nevndur fyri skírisdagur.
Dagurin er ein partur av teimum kristnu páskunum, og er tað serliga tvær hendingar í lívi Jesusar, ið kristin um allan heim minnast hendan dagin.
Fyrra hendingin er heilaga kvøldmáltíðin, ið var síðsta máltíðin, ið Jesus át saman við sínum lærisveinum. Tað var tá, at Jesus álegði lærisveinunum at minnast seg og verkið á Golgata, við at eta breyðið, sum ímyndar likam Jesusar, og drekka vínið, sum ímynd av blóði Jesusar.
Kvøldmáltíðin er upprunin til breyðbrótingina, ið flestu kirkjur og samkomur í Føroyum regluliga halda.
Hin hendingin er, tá Jesus vaskaði føtur lærisveinanna. Hetta gjørdi hann fyri at leggja dent á týdningin at tæna hvør øðrum.
Tað er frá tí hendingini, at navnið skírhósdagur kemur frá. Orðið skír merkir reinur.
Tað er ikki so vanligt í Føroyum at vaska føturnar hjá hvørjum øðrum, men í katólski trúnni er tað ein føst siðvenja, at pávin skírhósdag vaskar føturnar á øðrum.
Harumframt var tað eisini aftaná kvøldmáltíðina, at Jesus fór í urtagarðin í Getsemane, har hann varð svikin av Judasi Iskariot.
Seinni um kvøldið, eftir at Jesus er handtikin, stendur Pætur, sum eftir kvøldsmáltíðina hevði lovað ongantíð at svíkja Jesus, í garðinum uttan fyri hjá høvuðsprestinum. Innanfyri verður Jesus sligin og spottaður. Tá er tað, at Pætur tríggjar ferðir noktar fyri, at hann hevur nakað við Jesus at gera.
Til ber at lesa um hendingarnar skírhósdag í øllum fýra evangeliunum. Evangelisturin Jóhannes ger serliga nógv burtur úr og brúkar seks kapitlar upp á at siga frá, hvat hendi hendan dagin, kapitlarnir 13 til og við 18. Hinar frásøgnirnar eru í Matteusi, kapittul 26, Markusi, kapittul 14 og Lukasi, kapittul 22.
Her er teksturin úr evangeliinum eftir Matteus:
Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: "Takið, etið! Hetta er likam Mítt."
So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: "Drekkið allir av honum! Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving. Og Eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal Eg ikki aftur drekka av hesum ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg drekki hann nýggjan við tykkum í ríki Faðirs Míns."
Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. Tá segði Jesus við teir: "Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: "Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur." Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea."
Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: "Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!" Jesus svaraði honum: "Sanniliga, sigi Eg tær: Hesa nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg." Pætur segði við Hann: "Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!" Sama søgdu eisini allir lærisveinarnir.
Jesus kom tá við teimum til stað, sum æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinarnar: "Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!"
Hann tók við Sær Pætur og báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann. Tá segði Hann við teir: "Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið við Mær!"
So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: "Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!"
Hann kom tá aftur til lærisveinarnar og fann teir sovandi, og Hann segði við Pætur: "So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma! Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!"
Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: "Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær - má Eg drekka hann - so verði vilji Tín!" So kom Hann og fann teir aftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. Tá læt Hann teir vera, fór aftur burtur, bað triðju ferð og segði somu orð.
So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: "Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara! Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg!"
Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins.
Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: "Tann, ið eg kyssi, Hann er tað - takið Hann!" Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: "Heilur, Rabbi!" og kysti Hann. Jesus segði við hann: "Vinur, hví ert tú komin higar?" Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann.
Men ein teirra, sum við Jesusi vóru, rætti út hondina, dró svørð sítt og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum. Tá segði Jesus við hann: "Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum! Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!"
Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: "Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki. Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út." Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu.
Teir, ið høvdu tikið Jesus, fóru nú við Honum til Kaifas høvuðsprest; har vóru hinir skriftlærdu og elstu samankomnir.
Men Pætur fylgdi Honum langt aftaná líka til garð høvuðsprestsins; og hann fór inn og setti seg hjá tænarunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða.
Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu: "Hesin hevur sagt: "Eg kann bróta niður tempul Guds og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.""
Tá reistist høvuðspresturin og segði við Hann: "Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?" Men Jesus tagdi. So tók høvuðspresturin til orða og segði við Hann: "Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!"
Jesus svaraði honum: "Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins."
Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: "Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina! Hvat halda tit?" Teir svaraðu: "Hann er deyðasekur!" Tá spýttu teir í andlit Hansara og góvu Honum nevasløg; aðrir góvu Honum stavsløg og søgdu: "Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, ið sló Teg?"
Men Pætur sat uttanfyri í garðinum. Tá kom ein arbeiðskona yvir til hansara og segði: "Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!" Men hann noktaði tað, so øll hoyrdu, og segði: "Eg skilji ikki, hvat tú sigur!"
Hann fór nú út í portrið; har sá ein onnur genta hann og segði við tey, sum vóru har: "Hesin var við Jesusi úr Nazaret!" Aftur noktaði hann tað við eiði: "Eg kenni ikki tann mann!"
Eina løtu eftir komu teir, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: "So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!" Tá fór hann at banna sær og svørja: "Eg kenni ikki tann mann!" Og í tí sama gól hanin.
Tá kom Pæturi orð Jesusar í hug, at Hann hevði sagt: "Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg." Og hann fór út og græt beiskliga.