Í Sosialinum seinasta týsdag hevur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður viðmerkingar til røðu, sum eg helt í samband við Trivnaðar- og heilsudagarnar í Norðurlandahúsinum 14. og 15. november.
Ein hevur sagt, at: "Gert tú lítið í politikki, so kanst tú í øllum førum finnast at".
Í røðu míni vísti eg á, hvussu stórur partur av fíggjarlógini varð nýttur til almanna- og heilsumál eitt nú í Danmark, Noregi og Íslandi, og sammetti hetta við, at vit í Føroyum lutfalsliga lógu á leið og omanfyri hesi londini.
Hetta hevur við sær, at vit ikki kunnu rokna við eini størri lutfalsligari upphædd á fíggjar-løgtingslógini. Hetta ger seg galdandi, hvør flokkur so kemur at sita við róðrið.
Neyðugt við nýhugsan
Tí var eg inni á, at vit mugu síggja í eyguni, at neyðugt verður við nýhugsan, við einum broyttum hugburði og at peningurin verður brúktur á ein skinsamligari hátt.
Her kann eg leggja afturat, hetta snýr seg ikki bert um almanna- og heilsuøkið, men um øll øki á fíggjarløgtingslógini.
Lat meg endurtaka tað sum eg segði, at "tey veiku og sjúku skulu vit raðfesta høgt, og at vit skulu hava ráð til hesi, men ikki til eina fløkta og ov stóra umsiting".
At umsitingin er økt er einki nýtt, hetta er nevniliga tað, sum eg ávari ímóti, og havi ávarað ímóti í mong ár. Eisini havi eg, og fari eg framvegis at ávarað ímóti hesum sum samgongulimur. Hóast hetta, er umsitingin økt og nógv økt, eins og tá Vilhelm Johannesen sat við róðrið.
75% av fíggjarlógini
Í míni røðu í Norðurlandahúsinum vísti eg eisini á, at almanna- og heilsøkið saman við gransking og útbúgving ? sum er tyngsti partur av fíggjarløgtingslógini ? fær í dag 2,4 milliard krónur av 3.2 milliardum krónum. ? Hetta er 75% ella tríggir fjóðringar av løgtingsfíggjarlógini.
At Vilhelm Johannesen bítur seg fastan í, at fíggjarløgtingslógin 2003 er uppá 3.631.207 milliónir krónur heldur enn rakstrartølini eg vísi á, sum eru uppá 3.2 milliardir krónur, er møguliga fyri at gera seg "interessantan". Bæði tølini kunnu vera røtt. Spurningurin er, hvussu tað verður sett upp. Munurin er ein rentupartur o.a., sum verður nýttur til nakað ávíst, og ikki kann brúkast til annað.
Alt annað, sum Vilhelm Johannesen skrivar um, tí okkurt skal hann jú av og á "profilera" seg við, fari eg at lata standa í hesum umfari.
Vit eru sum politikarar vald inn av okkara fólki til at loysa politisk- og samfelagsmál, at loysa tey á bestan hátt við ábyrgd og tað eiga vit at hava fremst í okkara huga.