Dagfinn Olsen
Síðani John Petersen, landsstýrismaður, varð skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu, hevur nógv verið prátað um, nær landstýrismaðurin fór at leggja frá sær og um hvussu leingi landstýrið kann liva við hesum.
Frammi hevur verið, at í grannalondum okkara hevði neyvan gingið long tíð, til ein neyðtøkuskuldsettur ráðharri hevði verið noyddur at lagt frá sær.
Átti at farið frá
Vit hava vent okkum til Bjørn á Heygum eftir eini viðmerking.
- Fyri mær er eingin ivi um, at ein ráðharri við slíkari skuldseting átti at farið frá, sigur Bjørn á Heygum.
- Vit hava í grannalondum okkara ávísar standardir, normar, fyri tí, ið ein kann loyva sær. Hví skulu vit ikki hava sama støðið? Hví skal hetta vera øðrvísi í Føroyum? Eingin ivi er um, at var hetta í Danmark, Noreg, Svøríki ella Íslandi, so hevði viðkomandi farið frá, sigur Bjørn á Heygum.
- Eingin grund er til, at nakar skal fáa serviðgerð, øll eru líka fyri lógini. Somuleiðis er tað at skjóta við síðuna av, at nýta stýrisskipanarlógina at skjóta seg inn undir. Vit skulu ikki viðgera immunitet, órin, men etiskt metinargstøði. Hetta er ein spurningur um álit á hægsta mynduleika, sigur Bjørn á Heygum, ið var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Anfinn av leið
Eisini heldur Bjørn á Heygum, at Anfinn Kallsberg ikki kann skjóta seg undir, at eingin er sekur, áður hann er dømdur.
- Tá ein verður skuldsettur, so er grundaður illgruni. Eg kenni ikki talið, men tá skuldsett verður, so fellur dómur í okkurt um 80 % av málunum, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn á Heygum heldur, at vit eiga at ansa okkum, at vit enda ikki aftur í práti um bananrepublik, tí vit hava roynt nú so leingi at koma úr hesum.
Neyðtøka og
skipamál
- At samanbera eitt neyðtøkumál og skipamálini er burturvið, sigur Bjørn á Heygum.
- At samanbera so álvarsama skuldseting um etisk viðurkifti við fíggjarlig lógarbrot er burturvið, sigur Bjørn á Heygum í viðmerking.
Bjørn á Heygum metir, at Anfinn Kallsberg og landsstýrið eigur at ansa eftir, at teir ikki bróta niður sítt trúvirði.