Tú eigur moralska valið

Er neyðugt at ferðast, um tað hevur við sær, at onnur ikki kunnu liva, spyr rithøvundur í essay

Rithøvundin Siri Ranva Hjelm Jacobsen skrivar í essay í Sosialinum um, hvussu vit frameftir skulu gera eitt moralskt val, um vit vilja ferðast ella ikki – og nær tað er neyðugt at ferðast.

– At ferðast hevur verið samantvinnað við lívsinnihald, lærdóm og dannilsi síðani griska fornøld, Antikkina. Grikkarnir og rómverjar fóru á sýnisferð til heimsins sjey undur. Rithøvundar frá Marco Polo til William Heinesen hava ferðast úti og skrivað heim. Og sjálvt um tað ikki longur eru enskir aðalsmenn, men heldur amerikanskir og kinesiskir turistar, sum fara á ”grand tour” ígjøgnum Europa, er ein týðandi partur av mentarligum mæti varðveittur í meira enn tvey túsund ár: Eitt dannað fólk er eitt ferðavant fólk, skrivar hon.

Men heimurin er broyttur, og hann verður ikki tann sami hinumegin heimsfarsóttina.

– Longu nú eru túsundtals fólk flýggjað undan veðurlagsbroytingum. Frá kríggjum, sum alt meira snúgva seg um atgongd til minkandi tilfeingið, frá fløðandi havi, ovursøltum markum, tosta og hungursneyð. Um eitt dannað menniskjað er eitt ferðavant menniskjað, sita mong dannað menniskju føst við landamørkini, í flóttafólkalegum og í fráferðardeplum. Og í heimsins ríkastu londum røkir ein vaksandi skari av dannaðum fólki tey arbeiði, onnur ikki vilja hava, á samfelagsins niðastu rók.

– Nú ganga vit einari framtíð í møti, har rákið vendir. Har færri fáa ráð at ferðast. Og fleiri – nógv, nógv fleiri – mugu flýggjað orsakað av veðurlagsbroytingum. Ein framtíð við fleiri flóttum enn ferðandi.

– Tað er ein tvørligur sannleiki, men hann má sigast. Hevur tú pengar til flogfarið ella ferðamannaskipið, hevur tú nú eitt moralskt val at gera. Er tað neyðugt at sigla, um tað hevur við sær, at onnur ikki kunnu liva?

Teksturin hjá Siri Ranva Hjelm Jacobsen kann lesast í fullari longd í Sosialinum um vikuskiftið.