John Johannessen
------
Bergtóra Høgnadóttir eftirlýsir í grein, at psykiatriin verður raðfest hægri. Hesum eri eg púra samdur við henni í, men tað er nú einaferð so, at tað er Løgtingið, ið Bergtóra er partur av, ið setur fíggjarligu rammurnar.
Løgtingið hevur seinastu árini játtað meira pening til barnapsykiatriina. Men hóast hetta, er eftirspurningurin og tørvurin øktur innan hetta økið.
Bíðilistarnir
Tað er rætt, sum Bergtóra førir fram, at bíðtíðirnar til útgreinan og viðgerð eru ov langar. Eg vil fara so langt sum at siga, at so langar bíðitíðir ikki kunnu góðtakast. Tí havi eg biðið Landssjúkraúsið um eina ætlan fyri, hvussu vit loysa hendan trupulleikan. Hesa ætlanina havi eg fingið, og hon verður í løtuni viðgjørd saman við embætisfólkunum í Heilsumálaráðnum.
Skal bíðilistin burtur í einum høggi, er tað greitt, at hetta kostar pengar. Pengarnar kann bert Løgtingið játta, um vit ikki skulu skera aðrar tænastur á Landssjúkrahúsinum burtur. So her kann Bergtóra hjálpa til.
Nýggjur depil
“Hóast nógv føgur orð, er spakin framvegis ikki settur í til nýggjan psykiatriskan depil”, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Men í hesum málinum er tað Løgtinginum, ið bíðað verður eftir. Tann 14. februar í ár fór verklagslógin um m.a. nýggja psykiatriska depilin úr Heilsumálaráðnum í Løgtingið. Talan er um løgtingsmál nr. 82, sum var til 1. viðgerðar 16. februar. Síðani hevur málið ligið í fíggjarnevndini í mánaðir, hóast løgtingsins egna tingskipan fyriskrivar, at viðgerðartíðin í nevnd ikki skal vara longri enn ein mánað.
Vónandi hendir tó okkurt skjótt. Í øllum førum bjóðaði fíggjarnevndin Heislumálaráðnum á fund um málið farna týsdag. Vónandi kann Bergtóra skunda undir, at nakað víðari hendir.
Lummapeningur
Í grein síni vísir Bergtóra Høgnadóttir á tað órímiliga í, at búfólk sum búgva fast á Psykiatriska Deplinum, missa alla sína pensjón og bert fáa lummapening í staðin. Hesum eri eg púra samdur við Bergtóru í. Men eisini her bíða vit eftir Løgtinginum. Í hesum førinum er talan um løgtingsmál nr. 158, sum eg sendi Løgtinginum 1. mars í ár. Vónandi verður hetta uppskotið samtykt, og vónandi kann Bergtóra skunda undir, at so verður.
Góð starvsfólk
At enda í grein síni rósar Bergtóra Høgnadóttir teimum góðu starvsfólkunum innan psykiatriska økið. Hesum taki eg fult undir við henni í. Tí hesi starvsfólk gera eitt megnar arbeiði undir mangan truplum umstøðum.
Eg veit, at Bergtóra veruliga hevur ein brennandi vilja at fáa betrað um umstøðurnar innan heilsuverkið sum heild. Tí vóni eg, at vit fáa eitt fruktargott samstarv við einum felags máli, um at ítøkiliggera føgru orðini í verki.