Tá dráp verður samleiki

Bakgrund: Mótstøðan frá umheiminum hevur verið ovurstór í nógv ár uttan stórvegis úrslit. Meðan umheimurin sær grindadrápið sum barbariskan sport, síggja føroyingar drápið sum rættin at definera egnan livihátt. Í hesi grein spyrja vit, hví mótmælini frá umheiminum hava so avmarkaða ávirkan.

Undirritaði var sær ein túr úti í Sandagerði og hugdi at, seinast grind varð hildin til har. Hampamenn, ið dagliga sita friðarligir framman fyri ein telduskíggja, vóru brádliga sum hamskiftir. Tá grindin gjørdi landgongd, tusti stór mannfjøld oman á sandin - næstan sum ætlaði hon sær í kríggj. Hetta minti mest um eina pallseting úr Braveheart filminum, tá lopið verður á. Eingin skoytti Sea Shepard ein tanka hesa løtuna. Tað stóð mær greitt, at talan var um eitt felagsprojekt, ið fekk kenslurnar upp at kóka. Sjónin minti nokk satt at siga mest um ein villan fótbóltsdyst.


Føroyar hoyra til ein minniluta av londum í heiminum, ið alment stuðla hvalaveiðu. Millum hini londini teljast Noreg, Ísland og Japan. Hetta seinasta fær meiri javnan umrøðu í altjóða miðlum fyri sítt virksemi. Og hóast stóra mótstøðu ígjøgnum nógv ár frá djóraverndar- og umhvørvisfelagskapum og frá egnum heilsumyndugleikum sær ikki út til, at føroyska grindadrápið ætlar sær nakran veg í gloymibókina – í øllum førum ikki fyribils. Fleiri rationellar orsøkir kundu annars verið til at givist: Grindadrápið gevur einki búskaparligt avkast – marknaðurin fyri hvalakjøti er avmarkaður – harnæst verður umdømi føroyinga á hvørjum sumri sett upp á spæl. Eitt nú hava umboð úr ferðavinnuni ávara ímóti árinunum av hesum. Og harumframt er grindin dálkað. Tí er áhugavert at spyrja: hví ikki ikki bara gevast?


Hini og vit


Moralska mótstøðan ímóti grindadrápinum hevur í høvuðsheitum søguligan uppruna uttan fyri Føroyar. Eitt nú frá Greenpeace, ið varð sett á stovn í Kanada í 70’unum. Henda støðu hevur elvt til eina eftirhondini søguliga ”vit og tit” tvístøðu. Tá føroyingar skulu lýsa mótstøðuna hoyrast javnan setningar sum t.d. ”tey vita einki um grindadrápið ella Føroyar”, ”hvønn rætt hava tey at siga okkum hvussu vit skulu liva - hví skulu vit tvingast at vera sum tey?” ella ”tey kunnu bara fara á Macdonalds!” Føroyingar hava, eins og onnur hvalaveiðufólk, gjørt sær eitt serligt lokalt tilknýti til siðvenjuna. Hildið verður uppá, at fólk uttanfyri ikki rættuliga hava fortreytirnar at skilja siðvenjuna. Tí er moralska mótstøðan ímóti drápinum ikki føroysk, men fremmand, so ella so.


Føroyingar eru ikki einsamallir um hesa fatan. Hvalaveiðitjóðir hava sum heild verið sameindar um rættin til at definera sín egna livihátt mótvegis moralskum boðum uttanífrá. Og tað slepst ikki undan, at boðini um at gevast við grindadrápinum nema við nakað ógvuliga grundleggjandi, nevnliga at onkur annar skal siga tær, hvat tú skalt sleppa at koyra í munnin og ikki. Eins og aðrastaðni hevur matur okkurt við samleika at gera.


Við hesum í huga ber til at siga, at grindadráp fyri føroyingar helst er ein spurningur um at verja ein serføroyskan samleika mótvegis eini altjóðagjørdari einsrættan, har øll helst skulu hava nøkunlunda sama moral. Siðvenjan at halda fast um hvalaveiðuna hevur ofta verið brúkt sum eitt dømi uppá eina reaktión ímóti mentanarligari einsrættan í modernaða heiminum. Spurningurin er tí, um mótstøðan uttanifrá, hóast ótilætlað, hevur gjørt grindadrápið júst til eitt høvið at skilja seg út og siga ”Her ráða vit, ikki tit!”. Eina sonevnda samleika-statement. Omanfyrinevnda uppliving úr Sandagerði gevur í hvussu er ábendingar um tað. Eyðsýnt var, at fólk kendu seg sammeind um okkurt og kanska enntá sóu hetta sum høvið at siga Watson, hvar skápið skal standa. Trýst elvir til móttrýst er ein gomul meginregla.


Matur og fremmandi dupultmoralurin


Í samfelagsligari gransking verður tosað um avmarkingarnar við royndum at broyta moralin hjá fólki, serliga tá ein tjóð roynir at broyta moralin hjá aðrari tjóð. Víst verður á, at moralsk boð, ið minna mest um boð, sum longu hava stóra undirtøku millum eitt fólk, hava besta møguleikan at vinna frama. Og sum kunnugt er tað vorðið normurin í flestum vesturlendskum samfeløgum at vera ímóti hvalaveiðu. Hvalaveiðan hoyrir fortíðini til. Tað øvugta av at vera modernaður upplýstur heimsborgari. Har er hvalur ikki føði, men vera við serstøkum rættindum. Men í Føroyum hendi hendan broyting ongantíð. Her verður hvalur framvegis roknaður sum kjøt. Og kjøt er okkurt ein etir og er tengt at tí at yvirliva. Og bert tey fægstu eru vegetarar. Hetta er helst ein orsøk til, at argumentini ímóti grindadrápinum ikki hava vunnið frama í Føroyum. Tað liggur fólki nær at spyrja, hví júst hvalurin skal vera 'off limits', tá so nógv annað ikki er tað. Hugtakið ”food security” er eisini vorðið brúkt í hesum sambandi. Føroyar eru, eins og onnur hvalaveiðulond, tengt at havinum fyri at yvirliva. Hvalaveiðutjóðir hava sett hetta argumentið fram sum eitt samanberandi argument, ”at av tí at hini sleppa at yvirliva í frið og náðum við sínum náttúrutilfeingi, so átti einki at verið til hindurs fyri at vit eisini sleppa tað.”


At nógv av teimum londunum, ið mótmæla hvalaveiðu, eisini hava ein djóraplávandi ídnað á síni jørð, ið kanska er nógv verri enn nakað, sum er kent frá tí mest miseydnaða grindadrápinum, hjálpir nokk heldur ikki. Heilsumoralurin líða undir somu avmarkaðan. Heilsa er relativ í mun til livihátt annars. Grindin er dálkað - tað var væl og virðiliga staðfest. Men tey fægstu tykjast ikki sinnað at geva alt ósunt upp. Hvønn skaða ger ein grindabúffur aftaná ein deep fried chicken úr Burger King? Flestum man hetta tykjast relativt.


Men alt er neyvan sagt


Tekin eru tó í sól og mána um, at ikki allir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í grindadrápinum longur. Hetta skuldi verið løgið, tí Føroyar verða í størri og størri mun opnar fyri argumentum uttanífrá. Ikki minst í sambandi við at alsamt fleiri leita sær út um Føroyar at nema sær útbúgving. Vandi er helst fyri, at føroyingar sum frálíðir vera tvíbýttir í málinum. Longu nú síggja vit bólkar av føroyingum, sum alment heita á hinar føroyingarnar at gevast við at eta grind. Hesir eru tó ikki sameindir. Onkur ber ótta fyri umdømi Føroya, onnur ávara um heilsuskaðilig árin, og uppaftur onnur tosa um tað ómoralska við at útseta hvalirnar fyri pínu. Enn sært út til, at bert heilsuargumentið hevur fingið ávísa undirtøku.


Norski antropologurin Arne Kalland, ið sjálvur stuðlar hvalaveiðu, hevur víst á, at mótstøðan hóast alt hevur borið við hjá hvalaveiðutjóðum – eitt nú er vorðið neyðugt at uppfinna meiri humanar drápshættir og grundgeva fyri hesum fyri at sleppa undan ringastu atfinningunum. Men givið er, at fær grindadrápið nakran enda, verður tað við mótstøðu ”innanhýsis” úr Føroyum.




Myndatekstir:


(grindadráp)

Tekin eru í sól og mána um, at ikki allir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í grindadrápinum longur


(paul watson/sea shepherd í føroyum)

Moralska mótstøðan ímóti grindadrápinum hevur í høvuðsheitum søguligan uppruna uttan fyri Føroyar – og djóraverndarfelagsskapir hava gingið á odda í hesari mótstøðu