Týdningur av nøvnum

Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð eina veruliga navnabók, har týdningurin av ymsu nøvnunum eisini framgongur

útgáva

Í nøkur ár hava vit havt ein lista yvir fólkanøvn, sum eru góðkend í føroyska málinum. Men vit hava enn ikki havt eitt yvirlit yvir, hvat nøvnini í veruleikanum merkja.
Í grannalondunum hava fólk fleiri navnabøkur at kaga í, vilja tey kanna, hvat ið eitt fólkanavn møguliga merkir. Á alnetinum bjóða fleiri heimasíður seg fram at siga frá hesum sama.
NAVNABÓKIN - hvat man navn mítt merkja? er fyrsta royndin at lýsa føroysk fólkanøvn: Í bókini eru 726 konufólkanøvn og 842 mannfólkanøvn lýst.
Tað er Árni Dahl, sum hevur lagt bókina til rættis, og hevur hann við hesum givið enn eitt av sínum mongu ískoytum til føroyska bókmentaheimin. Grafik Studio gjørdi kápuna og Føroyaprent hevur prentað.