Verður játtanin til havbúnaðargransking lækkað, soleiðis sum Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ætlar, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri týðandi royndarvirksemi hjá Fiskaaling.
Fíggjarnevndin ætlar at skerja játtanina til havbúnaðargransking eina millión krónur.
Fíggjarnevndin sigur, at samstarvið ímillum almenna og vinnuliga gransking er í øking, og tí ber til at lækka játtanina.
- Eisini hava Havbúnaðarroyndir møguleika at søkja umvegis FP7 granskingarsamstarvið.
Fyrr í dag staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at hetta var heilt burturvið, tí FP7 samstarvið er ikki eitt sjálvtøkuborð og tann, sum vil vera við í tí, skal eisini rinda sín part.
Reimund Langgaard tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann hevur verið í sambandi við Fiskaaling
Haðani hevur hann fingið upplýst, at ein máti at spara eina millión er at halda upp at við royndunum at ala á opnum havi.
Reimund Langgaard heldur, at detta hesar royndirnar niðurfyri, er tað serstakliga harmiligt, tí tað kann verða ein dyggur stuðul undir okkara búskapi framyvir.










