Týdningarmikil sigur

Eftir dystin millum KÍF og StÍF fingu vit orðið á strikuspælaran hjá KÍF, Gert Hansen. Hann var ótrúliga glaður fyri sigurin.
- Hesin sigurin hevði ótrúliga stóran týdning. Vunnu vit ikki dystin, so hevði munurin verið heldur stórur upp til tey bæði oddaliðini, men eftir sigurin eru vit nú javnir við bæði StÍF og Kyndil, so nú kann alt henda. Vit fáa ávísar trupulleikar, tá vit missa Damir í dag, men eg haldi, at verjan og kanska serliga Óla Kristian skaffa okkum bæði stigini í dag. Álopið koyrdi slett ikki í seinna hálvleiki, men við eini slíkari verju kunnu vit røkka langt.