Týdningarmikil javnleikur

-


Súni Olsen var ikki á liðnum, tá FC Zwolle leygardagin spældi javnt í útivølli móti ADO den Haag. Hetta er eitt av liðunum, sum saman við Zwolle stríðist um ein uppflytingarsess, og í so máta kann ikki sigast annað enn, at talan varð um eitt gott úrslit hjá Zwolle.
Gestirnir komu eisini á odda tíðliga í dystinum, tá ein leikari hjá Haag gjørdi sjálvmál, men á hálva tímanum kom javnvág í aftur roknskapin.
Hóast Zwolle nú datt niur á triðja plássið, so styrkti liðið um støðuna, tí oddaliði úr Excelsoir tapti sín dyst, soleiðis at munurin upp til beinleiðis uppflytingina minkaði enn eitt stig.
Hósdagin verður so veruliga styrkisroyndin hjá Zwolle, tá teir á heimavølli taka ímóti liðnum, sum er á øðrum plássi. Ein sigur her hevur við sær, at talan helst verður um kapprenning millum Zwolle og Excelsoir um oddasessin, og enn eigur Zwolle heiamdyst móti oddaliðnum tilgóðar.
-jm