Seinast NSÍ og FS Vágar hittust, var tað kanska besti og mest undirhaldandi dystur í ár. Endaliga úrslitið gjørdist tá 3-3, og vónandi fáa vit ein líka góðan dyst inni í Runavík sunnudagin. NSÍ tóktust at koma úr kreppuni teir vóru í, tá teir í dystunum beint fyri summarsteðgin fingu sjey stig í trimum dystum. Harav vunnu teir síðsta dystin móti KÍ, so alt bendir á, at teir eru á veg uppeftir.
Christian Høgni við aftur
20 ára gamli áleyparin Christian Høgni Jacobsen er nú við aftur, eftir at hann er opereraður í knænum. Hetta kemur sera væl við, eftir at NSÍ ikki hevur havt nakran veruligan áleypara í fyrru helvt. Verjuleikarin Dánial Hansen loysti álopstrupulleikan beint fyri steðgin, tá hann m.a. skeyt fýra mál móti Sumba. Kanska venjarin Trygvi Mortensen í Dániali og Christan Høgna kann skapa eitt sera vandamikið álopspar, um hann velur ikki at flyta Dánial aftur í verjuna, har hann dagliga leikar. Annars eru allir menn tøkir hjá NSÍ, so liðið kann ikki verið betri fyri til dystin móti FS Vágum sunnudagin.
FS Vágar mist og fingið fólk
FS Vágar hevur í summarsteðginum eftir øllum at døma mist sera týdningarmikla verjuleikaran Darius Magdisauskas, sum er farin til B36. Teir hava tó fingið ein nýggjan litava, sum ber navnið Igoris Kirilovas. Hann er 28 ára gamal og spælir á miðvøllinum. FS Vágar hevur eisini mist 19 ára gamla Eyðfinn Fjallsbak til HB, hóast hann ikki var fastur maður hjá FS Vágum í fyrru helvt av kappingini. Eyðfinn er farin av tí at hann gongur í skúla í Havn. Høgribakkurin Emil Hentze er eisini skaddur, men annars eru allir mans tøkir í Vágunum.
Dysturin er sera týdningarmikil fyri FS Vágar, tí tað sum í løtuni um ræður hjá teimum, er at koma úr botninum sum skjótast. Teir vunnu sera óvæntað 3-2 á B68 síðsta dyst fyri summarsteðgin, so teir kunnu, hóast teir liggja á níggjunda plássi, fara til runavíkar við sjálvsálitið sunnudagin.










