Viðareiði: Fyrst í vikuni vóru 23 fólk, sum hava við autistar at gera, á skeiði, sum Lennart Pedersen frá Center for Autisme í Danmark helt á Hotel Norð.
Á skeiðnum var nógv gjørt burtur úr teimum møguleikum, sum eru at menna autistar og at betra teirra gerandisdag.
? Tað ber til at hjálpa autistum, so teir gerast meiri sjálvbjargnir og fáa betri samband við onnur fólk, sigur Lennart Pedersen.
? Summir autistar gerast verri fyri enn neyðugt, tí teir fáa ikki røttu viðferðina og viðgerðina. Tað er umráðandi at hava vitan um, hvussu tað skal arbeiðast við hesum fólkum, sigur hann.
Mugu hava neyva skrá
Ein av teimum, sum hevur verið á skeiðnum, er Sonja Laksáfoss, sum er leiðari fyri Sambýlinum í Runavík.
? Tað er lættari at hava við autistar at gera, um tú hevur eina góða skipan sum grundarlag. Tað hevur stóran týdningar fyri autistar, at teir allatíðina vita, hvat er á skránni, tí gera teir ikki tað, so koma trupulleikarnir, sigur hon.
? Tað er gott fyri okkum at koma á eitt slíkt skeið sum hetta, tí vit verða inspirerað og kunnu fylgja við, hvat hendir á økinum, heldur Sonja Laksáfoss.
Hon heldur, at tað eru nógv góð hugskot at taka heim við av skeiðnum.
Vita ikki av tí
Tað er ymiskt, hvussu autistar eru fyri. Summir eru menningartarnaðir, meðan aðrir ikki eru tað, og tey, sum fyrst og fremst hava trupulleikar við at samskifta og fyrihalda seg móti øðrum fólki, líða undir tí, sum tey kalla Asbergersyndromið.
Lennart Pedersen heldur, at tað finnast nógv fleiri autistar í føroyska samfelagnum, enn fólk geva sær far um.
? Tað verður sagt, at trý promillu av fólkinum eru autistar, men øll vita ikki av tí. Summi fólk, sum verða mett sum serlig ella løgin, kunnu hava autismu, sigur hann.
? Hagtalsliga kunnu vit siga, at um vit fóru inn í skúlarnar í Føroyum, so høvdu vit funnið fleiri autistiskar næmingar, sum ikki verða roknaðir sum autistar, sigur Lennart Pedersen.
Hann heldur, at autistar í Føroyum hava nógv góð tilboð, men hann saknar eitt skúlatilboð, sum veruliga leggur seg eftir at menna og undirvísa autistum.