Týdningarmikið við breiðari semju um sjálvstýrisleist

-Tað er altíð skilagott at hava eitt breitt fundament undir eini slíkari skipan, sum tekur fleiri valskeið.Vit skulu minnast til, at hetta er eitt uppskot til samtyktar, ið krevur, at tú hevur politiskan stuðul í fleiri valskeið fram fyri at kunna gjøgnumføra tað. Tað ræður tí um at hava so nógvar við sum gjørligt, ið vilja kennast við hetta barnið sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum sær møguleikan fyri einum dialogi við Javnaðarflokkin men onga vón hevur fyri Sambandsflokkinum

 


Nýggi sjálvstýrisleisturin



Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur seg vera nøgdan við orðaskiftið á tingi í farnu viku um uppskotið frá landsstýrinum til nýggjasta sjálvstýrisleistin. Hann heldur talan var um eitt rímuligt orðaskifti, sum ikki varð merkt av so nógvum brotasjógvum, sum annars hava verið so vanligir, tá hetta málið hevur verið umrøtt á tingi.


-Eg beit merki í, at formaðurin í Javnaðarflokkinum var ikki so avvísandi, hóast hann setti spurnartekin við tann fíggjarliga partin. Hann hevði útgangsstøði í nøkrum útrokningum hann hevði fingið gjørt, og vit hava so útgangsstøði í nøkrum útrokningum, sum vit hava gjørt. Tað er soleiðis við øllum, tá tú situr við einum rokniarki. Tað veldst alt um, hvørjar forútsetningar tú brúkar.


Vit spurdu løgmann, um ikki andin í stýrisskipanarlógini, at andstøðan eigur at lurta eftir landsstýrinum og taka tað við sum er skilagott og eisini øvugt?


-Tað er greitt. Tá tú fer inn í eina langa prosess sum hetta er, so hevur tann prosessin ein betri møguleika við einum breiðari parlamentariskum grundarlagi.


-Men heldur tú at signalini frá eitt nú Javnaðarflokkinum kunnu vera grundarlag undir eini breiðari semju?


-Tað kundi verið okkurt, sum bendi á tað, men um tað eydnast at fáa eina breiða semju um hetta uppskotið loyvi eg mær at ivast í. Men har var undir tingviðgerðini í hvussu er fyri tann partin, sum hevur við yvirtøkur at gera, nakað nýtt at hóma. Eg merkti mær, at Jóannes Eidesgaard segði, at tann partin svav man væl fyri, hvat so enn liggur í tí. Men hann legði so aftrat, at hann hevði fingið andveður av tí fíggjarliga partinum.


-Men um so er, at Javnaðarflokkurin kemur uppá vognin og vil vera við til at yvirtaka, fara tit so í landsstýrinum at taka til eftirtektar nøkur av teimum sjónarmiðjum, sum hann førir fram í sambandi við fíggjarliga partin?


-Tað er greitt. Man skal altíð vera opin fyri at finna breiðar semjur. So er tað bara hinvegin spurningurin, hvørjir møguleikar eru fyri at finna slíkar semjur í hesum málinum. Tað er heldur eingin loyna, at eisini samgongan hevur verið noydd til at gera kompromiir fyri at fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind. So er tað væl spurningurin, hvussu nógv spenn tað tolir aftrat, til tað heila rivnar. Tað vil so vera ein meting.


Breitt fundament

-Nú hava tit meiriluta sum er, men er tað veruliga so, at tú framvegis vil hava ein part av andstøðuni við í henda nýggja leistin?


Vit vita, at -Tað er altíð skilagott at hava eitt breitt fundament undir eini slíkari skipan, sum tekur fleiri valskeið.Vit skulu minnast til, at hetta er eitt uppskot til samtyktar, ið krevur, at tú hevur politiskan stuðul í fleiri valskeið fram fyri at kunna gjøgnumføra tað. Sambandsflokkurin hevur boðað ógvuliga greitt frá, at alt hetta skal takast av borðinum, skulu teir vera við. So tað skal man hava sær fyri eygað.


-Men tá tit leggja hetta fram og vita, at henda loysnin skal gjøgnumførast yvir fleiri valskeið, telva tit tá í verandi samgongu soleiðis, at tit vilja hava Javnaðarflokkin við í eina komandi samgongu, og fyri at kunna tað tí eisini vilja fáa hann við í eina semju nú?


-Tað ræður um at hava so nógvar við sum gjørligt, ið vilja kennast við hetta barnið, og jú fleiri eru við, tess betri møguleikar eru fyri, at man ikki bara fær eina prosess í gongd, men at man eisini fær gjøgnumført hana. Og tí hevur tað altíð týdning við breiðari undirtøku, um tað er nakað, ið skal vara í langa tíð.


Anfinn Kallsberg sigur, at hevði man serverað hetta fyri Javnaðarflokkinum frá fyrsta degi av, so hevði hann slúkt hesum og kanska verið farin longur enn tað. Tað vísir seg í prosessini, at so hvørt sum man er noyddur at flyta seg, so byrjar alt spektrið at flyta seg.


-Hvussu heldur tú henda samgongan kann flyta seg og geva Javnaðarflokkinum nakað, so at hann eisini kann siga, at hetta er hansara barn og ikki bara tykkara?


-Eg veit ikki rættiliga, hvat tað skal vera. Man hevur tosað í yvirskriftum fyri tað mesta. Men nú er tað vorðið meira ítøkiligt. Teir hava fingið andveður av, at man sker blokkin niður við 300 mill. kr frá 2002. Tað var kanska tað einasta kritikkpunktið teir høvdu undir tingviðgerðini. Og so siga teir, at teir hava eitt uppskot um eina sjálvstýrislóg. Tað er so ikki við í okkara uppskoti, og hvussu sentralt tað er veit eg heldur ikki. Tilgongdin, sum verður sett í gongd, er innan fyri verandi karmar sigur løgmaður, sum annars vísir á, at endamálið við eini sjálvstýrislóg er jú at yvirtaka málsøki og at niðurlaga blokkin, og tað er í veruleikanum tað sama endamálið sum liggur í hesum uppskotinum.


Løgmaður heldur tað tí nú meira vera ein spurning um raðfestingar og tempo.


-Merkir hetta, at t.d. Fólkaflokkurin er sinnaður til eftir eitt komandi val at viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg?


-Um sjálvstýrislógin er ein endalig lóg innan fyri danska ríkið, soleiðis sum Poul Nyrup Rasmussen nú leggur tað upp til, so er tað ikki tað sama, sum vit nú tosa um. Men hinvegin, tilgongdin fram hartil, at tú tekur ta avgerðina, er í veruleikanum tann sama.Tað er so tað síðsta stigið, har vit nokk ikki blíva samdir trúgvi eg. Men tað síðsta stigið er so ein avgerð hjá Føroya fólki og tað kemur ikki fyrr enn í endanum av tilgongdini.


-Men tit eru væl greiðir yvir, at tit fáa ikki Javnaðarflokkin við, uttan tit eisini geva okkurt ella førka tykkum nakað?


-Tað er rætt, men nú veit eg ikki, hvat liggur í vendingini at geva okkurt. Tí í veruleikanum er hetta eitt uppskot um at yvirtaka málsøki. Og har hava javnaðarmenn sagt tað sama. Ætlanin er so eisini at minka um blokkin, og tað siga javnaðarmenn eisini ja til. Tað eru meira raðfestingarnar og tempoiið fyri at avvikla blokkin teir kunnu hugsa sær eitt sindur øðrvísi. Og tá er tað meira ein temperamentsspurningur, ein praktiskur ella kensluligur spurningur, hvussu skjótt tað skal ganga, sum skilur. Men prinsippið er í veruleikanum tað sama.


300 mill. yvir trý ár

-Kann tað so hugsast, at tit vilja lækka tempoiið og gera sum Jóannes Eidesgaard nevndi: at skerja blokkin kanska við 100 mill. kr. um árið heldur enn við 300 mill. longu hetta fyrsta árið?


-Gongur man út frá okkara ætlan, sum varð løgd fram 2. februar, gekk hon út uppá at minka blokkin við umleið 100 mill. um árið, men vit eru í tí støðu, at tað er danska stjórnin, sum avger hetta.Tá tað verður nevnt at blokkurin skal minkast við millum 300 og 400 mill. kemst tað av, at vit hava sett í uppskotið at yvirtaka skúlamál. Og verður hugt at skúlamálum í verandi skipan - og um tað er útgangsstøðið í samráðingunum við donsku stjórnina vita vit ikki - so merkir tað, at tann dag vit yvirtaka skúlamál, skal blokkurin minkast við 304 mill. Um tað hinvegin er soleiðis sum danska stjórnin sigur, at blokkurin ikki er tengdur at hasum málsøkjunum í lista A, sum vóru inni í refussiónini fyrr, so er tað eisini nakað danir avgera.


Løgmaður sigur víðari, at verður blokkurin minkaður niður á 700 mill. kr. frá 1. janaur 2002 og letur hann vera har, til man kemur til tjakið um at yvirtaka tað næsta á hasum økinum, so vil tað í veruleikanum vera tað sama sum at tú yvir eitt trý ára skeið lækkar blokkin frá tí verandi støðuni í dag og niður á 700 mill. Tvs. at tú lækkar hann við 100 mill. um árið ístaðin fyri.


Anfinn Kallsberg leggur aftrat, at hetta er eitt útspæl í eini samráðing við donsku stjórnina. ?Vit fáa ikki avgjørt hasi tingini uttan at danska stjórnin gongur við til tað. Men er tað slíkt, sum skal til fyri at fáa eina breiða semju, so síggi eg fyri mær, at vit eru komin inn í ein skilagóðan dialog.


-Ber tað til at fáa henda dialog nú og røkka einum úrsliti, sum bæði samgonga og partur av andstøðu kann liva við, sær tú so fyri tær møguleikan fyri eini sterkari og breiðari samgongu eftir næsta val, har tríggir stórir flokkar eru við heldur enn sum nú bara tveir?


-Nú skal man ongantíð taka alt uppá forskot, men tað er greitt, at um tú fær eina breiða politiska semju nú um eina tilgongd, so letur tað sjálvandi upp fyri teimum møguleikum, og tað vildi so eisini gjørt, at tann politiski stabiliteturin við at gjøgnumføra hetta bleiv tilsvarandi sterkari.


Anfinn Kallsberg leggur aftrat, at hvør enn skal leiða eina komandi samgongu, so vil tað vera ein styrki at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag.


-Men sær tú ikki eisini, at Javnaðarflokkurin er í eini ringari støðu, tí so skjótt hann flytur seg móti samgongu og hennara leisti, so vilja tað vera veljarar, sum flýggja til Sambandsflokkin ? tvs. at um so er, at flokkurin ikki fær sett síni fingramerki á komandi politikkin?


-Tann vandi er sjálvandi, og hann er eisini hjá okkum, tí vit hava nógvar borgarligar veljarar, sum taka tann borgarliga partin framum tann tjóðskaparliga partin. Tað er greitt, at um Fólkaflokkurin bara satsar uppá sjálvstýrismálini og fer í eina samgongu við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin eftir næsta val, so fer tann borgarliga verjan ikki at vera serliga sterk í eini slíkari samgongu. Men tað veldst so aftur um, hvat verður lagt eftir í einum politiskum samarbeiði.