Týdningarmikið, tá tú skalt søkja

-Tá tú fyllir út umsóknarbløðini, les vegleiðingarnar væl ígjøgnum.
-Minst til CPR-nummar. Føroyingar hava jú ikki danskt CPR-nummar, men tað stendur ein vegleiðing við í umsóknarbløðunum um, hvussu tú gert títt egna CPR-nummar.
-Øll kopi skulu verða váttað. Antin av einum almennum myndugleika (politi, skúli ella líknandi) ella av tveimum óheftum persónum, sum skulu vátta, at øll kopi samsvara við orginalin. Persónarnir, sum skriva undir, skulu skriva fult navn, bústað og undirskrift á, og teir skulu ikki vera í familju við teg
-Um søkt verður ígjøgnum kvotu 2, er neyðugt at vera í góðari tíð. Tað er nógv pappírsarbeiði burturúr.
-Um søkt verður ígjøgnum kvotu 1, er umráðandi at brúka tíðina til at hugsa um, hvat man skal. Um tú gongur í skúla, so er tað týdningarmikið, at tú tíðliga byrjar at hugsa um, hvat tú ætlar tær.
-Minst til at skriva títt CPR-nummar á øll kopi og viðheft skjøl.
-