- Tað hevur stóran týdning, at Fiskimálaráðið longu nú og í seinasta lagi um ársskiftið býtir út nakað av makreli, soleiðis at skip og virkir kunnu leggja árið 2017 til rættis, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.
Stjórin sipar til, at makrelurin er feitur og góður fyrst í árinum, og áðrenn hann gýtir, og í fjør fingu eisini virkini og arbeiðsfólkið á landi ágóðan av, at skipini sluppu at fiska makrel tíðliga í árinum.
Flestu skip eru nú liðug við silda-og makrelkvotuna, og nú er bara svartkjaftur eftir at fiska. Tað merkir, sigur Bogi Jacobsen, at virksemið á uppsjóvarvirkjunum skjótt minkar burtur í einki.
- Tað hevur stóran týdning fyri bæði skip, virki og arbeiðsfólk, at Fiskimálaráðið býtir út nakað av makreli, soleiðis at makrelur kann fiskast fyrst í komandi ári, og áðrenn fitin fer út fiskinum.
Stjórin vísir á, at soleiðis var í ár, og tað kom væl við hjá bæði skipum og virkjum. Tað vóru eisini botnfiskatrolarar, eitt nú Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum gjørdu tað gott í makrelinum fyrst í hesum árinum.
- Tá vit koma nakað út í januar, og gýtingartíðin fer at nærkast, fer fitin úr makrelinum fyri hvønn dag, sum gongur. Tí er umráðandi, at skipini sleppa at gera nakrar túrar longu við ársbyrjan.
Bogi Jacobsen sigur, at tey, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjunum, arbeiða undir einum stórum trýsti, tá at kalla øll vertíðin liggur um heystið.
- Tað hevur tí nógv at siga fyri bæði skip og virkir, at tey skjótast gjørligt vita, hvussu verður, og hvussu tey hareftir kunnu leggja 2017 til rættis, sigur stjórin í Varðanum Pelagic.










