Týdningarmikið at lurta eftir barninum

Um skipanir verða kroystar yvir børn, kann tað gera støðuna verri, sigur mamma at barnið við angist.

Í Skúlablaðnum greiðir ein mamma frá, hvussu dóttir hennara so líðandi tók seg úr sosiala samanhanginum í skúlanum, og fór at skulka somikið, at hon til endans fekk einaundirvísing.

- Ein morgunin á heysti í 6. flokki fekk eg hana ikki úr bilinum og inn í skúlan, tí hon bara græt. Hetta vant upp á seg, og støðan versnaði bara. Tað er ein løgin kensla, tá ið tú sært, at dóttirin broytist so munandi eftir ongari tíð, frá at vera ein glað genta til einki at vilja og bara vera kedd, sigur mamman við Skúlablaðið.

Anna hevði fingið angist og tordi ikki í skúla. Eftir fáar mánaðir inn í 6. flokki gavst hon at ganga í skúla.

- Anna noktaði púrasta at fara út, ikki so frægt sum at vitja familju. Hon byrgdi seg av inni í kamarinum, vildi heldur ikki vera saman við okkum húsfólkum, sigur mamman.

Av tí at støðan var so nógv versnað, komu Sernám og Psykiatriin inn í myndina, og Anna fekk staðfest sosiala angist og eina diagnosu innan autismuspektrið órógv. Síðani fór familjan undir at samstarva við Sernám, ið legði teimum eina við at fáa Onnu í skúla aftur skjótast til ber, men tað gjørdi bert støðuna verri.

- Vit valdu at steðga samstarvinum við Sernám, tí vit høvdu kensluna av, at tey als ikki lurtaðu eftir okkum. Eg skilji væl, at tað hevur týdning at fáa barnið aftur í skúla so skjótt til ber, men tað týdningarmesta má vera, at tú lurtar eftir barninum, tí hjá summum børnum er tað ikki tað rætta at fara í skúlan aftur. Og tá snýr tað seg um at finna alternativar loysnir í nærumhvørvinum, sigur mamman

Tískil royndu tey eina skipan, har hon fekk einaundirvísing í einum hølum fyri seg, og sum frá leið fór tað at gangast henni somikið væl, at hon aftur ynskti at koma út aftur millum fólk, hevur verið til onkur tiltøk saman við øðrum javnaldrum og er vorðin glaðari aftur. Hetta eydnaðist serliga vegna læraran, sum dugdi at lofta Onnu júst í hennara sinnisstøðu frá degi til annan.

- Høvdu vit noytt onkra skipan yvir dóttrina, høvdu vit ongantíð fingið hana í skúla aftur. Tað týdningarmesta er at lurta eftir barninum og finna loysnir, sum taka støði í barninum og tí, sum barnið kann góðtaka, sigur mamman.

Í dag gongur Anna í sínum gamla flokki.

Anna er dulnevni, sum Skúlablaðið hevur nýtt til tess at verja veruligu Onnu.