Tað heldur írski Robbie Kean eftir at føroyska landsliðið mest sum kollapsaði í seinna hálvleiki í kvøld.
Tað hevði stóran týdning at fáa eitt gott úrslit í kvøld eftir stóra vónbrotið móti Týsklandi fríggjadagin, segði Robbie Kean við Trónd Arge eftir dystin.
Tað er eingin loyna, at mesta prátið hjá írsku miðlafólkunum hevur verið um venjaran, og um hann framvegis verður venjari í næsta dystinum hjá Írlandi.
Tað hevur týdning, at vit øll standa saman, bæði spælarar og venjaratoymið, og tað var tað, vit gjørdu í kvøld, segði Robbie Kean.
Vit kundu lættliga fallið saman sum lið í kvøld, men vit megnaðu at standa ímóti, so tað var væl avstað farið av dreingjunum, segði Robbie Kean.
Hann heldur ikki, at vit í dag eiga at spæla á gunstgrasi, men rósar tó Tórsvølli.
Eg haldi ikki tað er gott fyri spælarar at spæla á kunstgrasi, men tá tað er sagt má eg eisini viðganga, at vøllurin í kvøld er góður at spæla á, segði Robbie Kean.