- Týdningarmikið at fáa atkvøðuna avgreidda

- Tað var týdningarmikið at fáa fólkaatkvøðuna avgreidda sum skjótast, so at vit beinanvegin kunnu byrja at arbeiða fram móti einari samanlegging, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík. Hon heldur, at meirilutin var greiður, og vísir aftur pástandunum um, at fólkaatkvøðan kom ov brádliga á

Fríðgerð Heinesen er borgarstjóri í Leirvík. Hon er væl nøgd við úrslitið av fólkaatkvøðuni í bygdunum báðum. Hon heldur ikki, at 61 prosent fyri samanlegging er ov lítið.

- Hatta er ein greiður meiriluti. Næsta stig hjá okkum verður at kalla inn til fund bygdaráðini hvør sær. Eftir ætlan fara bygdaráðini so at staðfesta samanleggingina, og síðani skal landsstýrismaðurin góðkenna samanleggingina, sigur Fríðgerð.

Summi hava klagað um, at freistin hevur verið ov stutt til atkvøðuna, og at samanleggingin er komin ov brádliga á. Onkrar røddir hava eisini nevnt møguleikan um, at Leirvík og Klaksvík kunnu leggja saman, men tann møguleikin varð als ikki troyttur.

- Fyri bygdaráðini var tað týdningarmikið at fáa fólkaatkvøðuna avgreidda sum skjótast, so at vit beinanvegin kunnu byrja at arbeiða fram móti einari samanlegging. Fyri okkum er tað natúrligt, at Leirvík og Gøta leggja saman, tí at bygdirnar liggja so tætt, og tað eru stórir møguleikar við einum samstarvi, sigur borgarstjórin í Leirvík, sum í næstum fer at hava úr at gera við fundum og at leggja ætlanir.