Týdningarmesta tilfeingið

Føroyar er eitt ríkt land. Vit hava stórt ríkidømi svimjandi í havinum. Vit hava (kanska) stórt ríkidømi undir havsins botni og okkara vakru oyggjar kunnu eisini ríka okkum sum landbúnaðar og ferðavinnu tjóð. Men størsta ríkidømi vit eiga er tó okkara ungdómur. Tað er ungdómur okkara, ið skal tryggja vøkstur og vælferð í hesum landi. Gaman í liva vit í løtuni av fiskinum fyri tað mesta, men tilfeingi sum fiskur, olja og jørð kunnu einans í avmarkaðan mun tryggja okkum vøkstur og vælferð í framtíðini.
Spurningurin er so, hvussu tryggja vit at ungdómur okkara ikki rímur av landinum og at hesi ungu fólkini tryggja okkum gomlu ein góðan aldurdóm og vøkstur og vælferð til framtíðar ættarlið?
Í mínum hugaheimi er bara eitt svar – vit skulu hava ein skúla í heimsflokki!
Tá eg sigi skúla hugsi eg breitt. Vit skulu “skúla” børnini meðan tey ganga í barnagarð. Fólkaskúlin skal rúma øll børn. Øll skulu hava møguleikan – og eggjast til – at taka eina miðnámsútbúgving. Breitt úrval av Phd og kandidat-útbúgvingum skulu standa ungdómunum í boði.
Sostatt hava nógvir stovnar stóran týdning í hesum arbeiði. Um ein mentanarstovnur úr rúgvuni skal nevnast, meti eg fólkaskúlan hava størsta týdningin.
Spurningurin er sostatt – hvussu fáa vit ein fólkaskúla í heimsflokki? Hetta hava nógvir serfrøðingar og yrkislærd fólk kanna gjøgnum árini. Eg vil her royna at geva mítt íkast til kjakið.
Skúlaleiðsla og lærarar skulu mennast
Nógvar kanningar hava víst, at eitt av teimum viðurskiftunum, ið hava størst týdning fyri at fáa ein góðan skúla er førleikin hjá lærarunum. Mentamálaráðið og Fróðskaparsetri hava ásannað hetta, og eru í gongd við at uppstiga allar lærarar til bachelorar. Hetta átti at betra um førleikan at reflektera yvir teirra egna læraraleiklut, soleiðis at undirvísingin støðugt verður betri.
Til samanberingar hava finskir lærarar kandidatútbúgving, ið er 2 ár longri enn ein bachelor-útbúgving. Semja er um, at finski skúlin er millum heimsins bestu.
Somuleiðis hevur tað týdning at skúlaleiðslurnar menna sín førleika at leiða ein skúla. Stór krøv eru dag til skúla leiðslurnar. Tað er leiðslan á skúlanum, ið hevur ábyrgdina fyri at skúlin mennist, millum annað við at seta tiltøk í verk, sum tey umrødd eru niðanfyri.
Gransking
Um undirvísingin og skúlin skal mennast, er neyðugt at lærarar og leiðsla hava eina kannandi og eftirmetandi tilgongd til undirvísingina. Tað vil siga at lærarar mugu verða tilvitaðir um hvat riggar og hvussu undirvísingin leypandi kann tillagast tørvinum hjá flokkinum og einstaka næminginum.
Læraraútbúgvingin er í dag vorðin meira granskingargrundað, við tað at útbúgvingin í dag er ein bachelor-útbúgving – og tað er gott. Ivasamt er tó, um lærarar hava fullan førleika at skipa fyri granskingargrundaðari undirvísing hvønn tíma í skúlaárinum.
Skúlaleiðslan má tí stuðla uppundir, at vitan verður framleidd á skúlanum, t.d. við at lærarar samstarva um at framleiða hóskandi undirvísingartilfar.
Greið mál
Mentamálaráðið hevur lagt stóra orku í at orða mál fyri dagstovnar, fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar. Somuleiðis eru leistir gjørdir fyri hvussu skúlar kunnu arbeiða víðari við hesum. Millum annað skulu mál setast fyri einstøku lærugreinarnar, fyri einstøku flokkarnar og fyri einstøku undirvísingargongdirnar. Tað hevur stóran týdning at lærarar, leiðsla og skúlastýrið tekur hesa uppgávu í álvara og orðar greið mál fyri virksemið á skúlunum. Um Skúlin ikki setur greið mál fyri undirvísingina og menningina hjá hvørjum einstøkum næmingi er trupult at meta um málini eru nádd.
Í hesum sambandi kann skúlin seta sín dám á hvørji mál dentur skal leggjast á. Tað áliggur sostatt skúlanum at taka á seg hesa ábyrgd og so at siga bjóða settu kørmunum av. Fólkaskúlalógin gevur í hesum sambandi lutfalsliga víðar heimildir fyri hvørji mál einstaki skúlin kann seta fyri sínar flokkar, lærugreinar og næmingar.
Sum dømi kann nevnast at skúlin eigur at gera strategiska ætlan fyri, hvussu dugnaligir næmingar og næmingar við serligum tørvi skulu fáa best møguligu undirvísing. Skal hetta t.d. gerast við at summir næmingar sleppa skjótari gjøgnum tilfari enn aðrir, og síðani fara í dýpdina sjálvur aftaná? Skulu næmingar, ið longu duga tilfarið/førleikan arbeiða við øðrum evnum? Eitt annað dømi er hvussu arbeitt verður í bólkum. Skal t.d. Cooperative Learning brúkast? Ber til at arbeiða saman uppá tvørs av aldursbólkum? Ber til at gera bólkar eftir áhuga? Hvussu arbeiðir skúlin við verkætlanum? Og so framvegis.
Undir øllum umstøðum má skúlin hava strategiskar ætlanir fyri allar partar av virksemi skúlans.
Leggja áherðslu á úrslit
Sambært kunngerð um roknskaparverk landsins skulu allir stovnar seta í verk stýringarmeginreglur um mál og nádd úrslit. Hetta ljóðar ikki so seksut tá tað um fólkaskúlan ræður, men hóast hetta, hevur tað stóran týdning at áherðsla verður løgd á hvørju úrslit skúlin røkkur.
Sum eg nevndi omanfyri hevur tað týdning at seta greið mál fyri virksemi skúlans, og tískil hevur tað eisini týdning at gera sær far um, hvussu hetta skal mátast. Próvtøl og PISA tøl siga bert ein lítlan part av sannleikanum um hvat fyriferst á skúlanum.
Dømi um mátingar av úrslitum kunnu vera:
• Hvussu nøgd eru foreldur við samstarvi millum heim og skúla?
• Hvussu eru børnini fyri í lesing, rokning osv.?
• Hvussu nógv børn keða seg, eru glað ella uppliva happing í skúlanum?
• Hvussu nógv børn hava góðar vinir?
• Hvussu nógvir næmingar hava ársætlan?
• Frávera
• Hvussu væl duga børn at samstarva?
• Hvussu eru børnini fyri tá tað um kritiska hugsan, fimi, virkisfýsni, forvitni og hugflog ræður?
• Osv.
Um skúlin ikki av sínum eintingum byrjar at vísa á, hvørji úrslit skúlin hevur nátt,er vandi fyri at onnur áleggja skúlanum, hvussu mátast skal. Dømi um hetta er ársroyndirnar og PISA kanningarnar. Tískil er tað sera týdningarmikið og alneyðugt at skúlin sjálvur tekur stig til at máta tey úrslitini, sum hava týdning fyri júst skúlan sjálvan.
Árliga frágreiðingin frá skúlastýrinum skal verða nógv meira útgreinandi og vísa fleiri greið úrslit og avrik enn vanligt er í dag.
Skúlin skal vera fyri øll
Føroyski skúlin er ein eindarskúli. Hetta merkir at øll børn verða undirvíst saman, sama hvussu børnini eru fyri og sama hvussu foreldur teirra eru fyri.
Eindarskúlin setur stór krøv til undirvísingina, millum annað tí dugnaligu næmingarnir skulu undirvísast saman við børnum við serligum tørvi. Hetta setir stór krøv til lærararnar, og misjavnt er, hvussu undirvísingardifferentieringin á einstøku skúlunum hevur hilnast. Eitt úrslit av hesum er, at eitt ávíst trýst er á skúlarnar – m.a. frá foreldrum – at býta næmingar sundur eftir førleika.
So kann man spyrja: hví býta vit ikki bara næmingarnir upp eftir førleika?
Her er neyðugt at hyggja eftir hvussu skúlar í øðrum londum klára seg. Tann finski fólkaskúlin er ein endar skúli og verður roknaður fyri at vera ein góður skúli. Tann týski skúlin er ein uppbýttur skúli, og verður ikki roknaður sum ein góður skúli. Kanningar vísa sostatt, at næmingar sum heild vera betri fyri í ein eindarskúla enn í einum førleikabýttum skúla. Bæði fakliga og sosialt.
Sum sagt setir hetta stór krøv til undirvísingardifferentiering, men her eigur skúla leiðslan og skúlastýrið at skipa soleiðis fyri, at lærararnir fáa neyðugu førleikarnar at differentiera sína frálæru.
Geva einstøku skúlunum størri frælsi
Allir skúlar eru ymiskir og fortreytirnar og avbjóðingarnar eru tískil ymiskar hjá einstøku skúlunum at veita eina góða frálæru. Tað ber tískil illa til at skipa undirvísingina á øllum skúlum í landinum eftir einum felags leisti. Tað skal verða møguligt hjá einstøku skúlunum at skipa sína frálæru soleiðis, at næmingarnir fáa best møguligu undirvísingina.
Her kundi man hugt eftir hvussu t.d. Frískúlin í Havn er skipaður. Hóast frískúlin er undirlagdur (næstan) somu reglum sum fólkaskúlin, er hann ikki skipaður sum ein vanligur fólkaskúli. Til dømis verður undirvíst frá kl. 8-15, lærarar arbeiða frá kl. 8-16 og dagurin er ikki býttur sundur í bitar á 45 minuttir osv.
Um hinvegin verður hugt eftir størru skúlunum í landinum (og flestu av smærri skúlunum) eru teir rættiliga líkir í sína skipan av undirvísingini.
Mín pástandur er, at við at lærarar, leiðsla og skúlastýri arbeiða saman um at hugsa øðrvísi, eigur at bera til at skipa eisini størri skúlarnir á ein øðrvísi hátt soleiðis at lærarar, næmingar og foreldur føla at teirra skúli er heimsins besti.
Niðurstøða
Hvat er so niðurstøðan av omanfyristandandi? Hvussu setir skúlin hetta í verk?
Eg meti at tað fyrsta skúlin eigur at gera er at seta í verk eina góskumenningarskipan. Áðrenn tit fara at hugsa “flakavirki” skal eg royna at greiða frá hvat hetta merkir.
Ein góðskummenningarskipan er eitt amboð, ið kann brúkast til at eftirmeta eina fyritøku, ein almennan stovn ella eitt ikki vinnuligt felag. Skipanin ger tað møguligt at meta um úrslitini og um royndirnar at náa úrslitunum. Tað finnast nógvar tílíkar skipanir, men eg vil mæla til at brúka eina skipan, sum metir um allar partar av virksemi skúlans.
Ein góð góðsku- og eftirmetingarskipan kallað KVIK (stendur fyri Kvalitets Verktøj til udvikling af Innovation og Kompetence) verður nógv brúkt í Danmark.
Hvat er tað so sum skal eftirmetast?
1. Leiðslan á skúlanum
2. Strategi og planlegging
3. Starvsfólk
4. Samstarv og tilfeingi
5. Mannagongdir
6. Úrslit fyri brúkarar og borgarar
7. Úrslit fyri starvsfólk
8. Úrslit fyri samfelagið
9. Lyklatøl
Sum dømi kann nevnast, at førleikin hjá leiðsluni verður eftirmettur undir pkt. 1, førleikin hjá lærarum verður eftirmettur undir pkt. 3, samstarv millum heim og skúla verður eftirmett undir pkt. 4, tilrættislegging av undirvísingini verður eftirmett undir pkt. 2 og 5 og so framvegis.
Sostatt sæst, at við at brúka eina slíka skipan, so verður tikið hond um øll viðurskiftini eg havi viðgjørt omanfyri. Sostatt meti eg, at ein fortreyt fyri at broyta skúlan er at seta í verk eina eftirmetingarskipan.
Tá eftirmetingin er framd verða ætlanir lagdar fyri hvussu skúlin kann betrast. Eitt ár seinni verður so aftur eftirmeting gjørd.
Áheitan
At enda vil eg heita á øll foreldur at fara á skúlastýrisval 13. november og velja góð fólk í skúlastýrini.