Týdningarleysur dystur

Hvørki Fleyr ella Fram hava tað stóra at spæla um, tá liðini møtast í Gundadalshøllini sunnudagin.

Í løtuni liggur Fram á triðja plássi, og munurin niður til Fleyr er helst ov stórur til, at Fleyr fangar teir aftur. Munurin upp til ovaru liðini er eisini ov stórur, so tí hava teir bert æruna at spæla fyri. Støðan hjá Fleyr er á leið tann sama. Teir liggja á fjórða plássi, men enn er tó ein lítil møguleiki fyri, at SÍ kann fanga teir aftur. Dysturin millum Fleyr og Fram er tó eitt slag um Havnina, og tí fara liðini helst at kempa av øllum alvi fyri at vinna dystin.