Tá bullshit-barometrið riggar

Ein persónlig og polemisk viðmerking til bókina Svik eftir Jan Lamhauge

Fleiri halda ivaleyst, at bókin Svik bara er úrslit av “unfinished business,” sum høvundurin, Jan Lamhauge, hevur við fyrrverandi leiðslurnar í Eik og Kringvarpinum, starvsfelagar og onnur. Og tað er ivaleyst ein týðandi partur av drívmegini, men samstundis hevur hann eina spennandi, áhugaverda og týdningarmikla søgu at fortelja. Svik snýr seg ikki bara um skatt og orrustu í Kringvarpinum. Bókin viðger grundleggjandi spurningar um fólkaræði og rættvísi í Føroyum í dag. Alt ov langt er millum samfelagsrevsandi bøkur á føroyskum, og tí er Svik av teimum týdningarmestu, sum er komin út seinastu árini.

 

Rógvi Olavson

Ein lyklahending í søguni hjá Jan Lamhauge um skattamálið er, tá ið hann og Jógvan Eli Dam 18. februar 2016 møta upp á skrivstovuni hjá stjóranum í Eik, sum hevur sett sær fyri, at júst henda søgan ikki skal blíva til nakað. Jan Lamhauge ivast í, um Eik hevur rætt til ein skattafrádrátt, tí “tapið,” sum frádrátturin byggir á, í veruleikanum var ein niðurskriving av virðinum á gamla bankanum, og harvið eitt tap, sum Fíggjarligt Støðufesti yvirtók, áðrenn nýggi Eik var til.

Grundgevingin hjá bankastjóranum er hinvegin, at bankin verður “føddur” á heysti 2010, men at hann ikki fer “til gongu” fyrr enn seinni, og at tapið tí hoyrir til í nýggja, ikki gamla, bankanum. Millum “føðingina” og “fyrstu fetini” hevur bankin ongan rakstur, og tí heldur Jan Lamhauge, at tað gevur onga meining, at bankin hevur havt eitt “rakstrartap,” sum gevur rætt til ein skattafrádrátt. Jan Lamhauge hevur so mikið av áliti á egnum førleika at hugsa logiskt, at hann sær bluffið hjá bankastjóranum. Hetta vísir seg seinni at vera rætta avgerðin, tí tað er ágangandi og kritiska journalistiska linjan, sum seinni hevur við sær, at Eik ikki fær frádráttin.

Svik í fleiri løgum

“Svikið” í bókaheitinum sipar fyrst og fremst til frádráttin, sum Eik kannar sær. Onkur heldur enn í dag, at Eik hevur rætt til frádráttin, og onkur heldur fram við at siga hetta alment, hóast avgerðin hjá TAKS at enda er, at frádrátturin ongantíð var lógligur. Men meðan hesi grípa eftir skattatekniskum halmstráum er sera torført, um ikki ógjørligt, at burturforklára, hvussu Eik kundi senda TAKS ófullfíggjaðar upplýsingar. Hvørki frágreiðingin frá grannskoðaravirkinum KPMG í Danmark og tann frá SPEKT í Føroyum eru við, tá ið nýggi Eik fyrstu ferð sendir sjálvuppgávu til TAKS. Og tá ið ein banki ikki sendir fullfíggjaðar upplýsingar til skattamyndugleikan, er tað ikki ein feilur. Fyri vanliga borgaran, sum ikki heldur seg hava skil fyri skatti, er tað júst í manglandi upplýsingini, at skattamálið fer frá at vera eitt sonevnt esoteriskt – fakliga óatkomuligt – mál til at vera eitt vanligt moralskt mál, sum øll kunnu fyrihalda seg til.

TAKS sveik eisini

Eitt annað svik, sum ger seg galdandi í skattamálinum er alt ov lagaliga og ófullfíggjaða viðgerðin hjá TAKS frá byrjan. Bullshit-barometrið riggar ikki, tá ið Eik stjórin fyrstu ferð greiðir starvsfólki hjá TAKS frá, hví bankin hevur rætt til frádráttin. Í 2017, eftir aðru viðgerðina, svíkur TAKS aðru ferð. Nú er avgerðin, at Eik hevur rætt til goodwill, men at goodwill er null, og sostatt fær bankin ongan frádrátt. Bárður Larsen, løgfrøðingur, kallar hetta fyri eina tilgjørda konstruktión í síni frágreiðing av viðgerðini í 2017. Onkur annar hevur kallað tað løgnastu sonevndu “cover-my-ass” avgerð hjá einum føroyskum stovni nakrantíð. Í hesum førinum verður bullshit-barometrið hjá øllum føroyingum testað, tí hvussu kann okkurt vera, sum ikki er?

Órættvísa uppsøgnin

Svikið snýr seg eisini um uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, sum rindar hægsta prís fyri, at hon vil dekka skattamálið á ein hátt, sum ein og hvør annar public service stovnur í okkara grannalondum hevði gjørt, og sum er ein av høvuðsorsøkunum til, at Eik ikki fær skattafrádráttin. Kringvarpsstýrið megnar ikki at rætta avgerðina, hóast allar fortreytir eru fyri hesum, og eftir drúgva viðgerð hevur løgfrøðin í miðfyrisitingini heldur ikki rygg at ógylda uppsøgnina. Samanlagt siga øll hesi svik søguna um eitt samfelag, sum fólkaræðisliga hevur rættiliga langt eftir á mál – eitt samfelag, sum enn ikki dugir at síggja virðið á journalistum, hóast hesir onkuntíð kunnu vera nógvar milliónir verdir.

Anti-fólkaræðið

Søgan um skattamálið bendir á, at anti-fólkaræðislig rák enn gera seg galdandi í Føroyum. Fleiri hava torført við at síggja (í hesum førinum bókstavliga) virðið á journalistisku viðgerðini av skattamálinum, men hava lætt við at lata seg lumpa av spunakynstrunum hjá viðgjørda samtakinum ella at leggja dent á myndaval ella aðrar smálutir í sjónvarpssendingunum. Tað kann ikki annað enn vera ein sterk ábending um eitt veikt fólkaræðisligt tilvit.

Tað eru tey, sum halda, at Kringvarpið og aðrir miðlar fyrst og fremst skulu vera ósekir, upplýsandi mentanarberar, og at uppgávan ikki er at hava eftirlit. Tað eru tey, sum halda, at ágangandi ella kritiskur journalistikkur er av tí ónda, og tí kann tað onkuntíð kosta nógv at brúka sítt bullshit-barometur og greiða frá órættvísinum. Virðið á einum journalisti kann gerast upp í førleikanum at gjøgnumskoða grugg, uttanumtos ella tilvitað møsn frá fólki, sum vilja mana søguna í jørðina ella minka um hennara ávirkan. Hetta er kjarnuboðskapurin í bókini Svik fyri mítt egna viðkomandi.

Nógvar bøkur koma út, sum hava bókmentaliga stóran týdning. Men í Føroyum síggja vit sjáldan bøkur, sum viðgera grundleggjandi prinsipiellar og fólkaræðisligar spurningar. Svik er í fleiri mátar ein umstrídd bók. Hon prikar í samvitskuna og moralsku tilvitskuna á ein annan hátt, enn vit eru von við í meira “ósekum” bókum. Á ein hátt, sum fær lesaran at spyrja, “er tað veruliga soleiðis í Føroyum í dag?” Og á ein hátt, sum fær okkum at hugsa um, hvussu nógv vit hava at missa, um vit sleppa kritiska journalistikkinum upp á fjall.