Tað tóktist heldur margháttiligt, tá ið Manchester United-leikarin, Marouane Fellaini, í gjár bleiv bæði inn- og útskiftur í 2-0-tapinum ímóti Tottenham. Fellaini fekk einans sjey minuttir á vøllinum.
Tað var beint eftir tímaslagið, at Marouane Fellaini varð skiftur inn í staðin fyri Jesse Lingaard, men belgiski miðvallarin fekk illa nokk nortið við bóltin áðrenn Ander Herrera avloysti hann.
Onkur hevði kanska illgruna um, at hetta var ein av teimum løgnu avgerðunum hjá José Mourinho, men United-venjarin sigur, at orsøkin til útskiftingina var púra nattúrlig.
- Eg skifti hann út aftur, tí hann hevði okkurt í knæinum. Óheppið fyri hann og óheppið fyri meg. Hann kom á vøllin við íblástri, men hann meiddi sær knæið og fekk ikki hildið fram, sigur Mourinho við Sky Sports.
José Mourinho sigur, at skaðin hjá Marouane Fellaini ikki er mettur at vera álvarsligur, men ESPN skrivar í dag, at Fellaini møguliga má sita uttanfyri í seks vikur.