Við val av ársins virki skal dómsnevndin taka sína støðu út frá hesum krøvum:
- Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøkni frøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur:
- Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini,
- Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki.
Tað er hvørki nýtt ella serføroyskt, at vinnur og vinnulív hava góðar og vánaligar tíðir. Eina tíð kann vera úr at gera og nógv at vinna, og bert fá ár seinni er arbeiðsloysi og reyð tøl hjá at kalla øllum fyritøkum í vinnuni. Ofta og títt henda skiftini so óvart og brádliga ? helst er tað tann verra vegin ? at fleiri fyritøkur hava ilt við at fóta sær.
Góður virkisútbúnaður ger ikki munin. Í summum vinnum kann tað vera tilfeingið, ið svíkur, ella náttúran, men vanligast er tað heimsbúskapurin, og tá sæst tað skjótt í marknaðinum. Er fyritøkan ikki lagað til marknaðin, og hvussu hann háttar sær, fær ósamsvar millum fyritøku og marknað vanlukkuligar avleiðingar fyri fyritøkuna.
Vit vita øll, at tað eru starvsfólkini í fyritøkuni, sum standa fyri samband inum millum fyritøku og marknað. Tað eru tey, sum við sínari vitan og útbúgving, sínum førleikum og vilja at veita marknað inum tað, hann biður um, skapa ta álit á fyritøkuni, ið ber langt inn í versnandi tíðir. Starvsfólkið kann eisini síggja nýggjar møguleikar, avbjóðingar, hóttanir og ofta koma við nýggjum hugsanum um at tæna marknaðinum betri.
Hvør kundi er nýggjur, sjálvt gamal samstarvsfelagi, og hvør uppgáva er nýggj, sjálvt um hon líkist henni, ið varð greidd í gjár. Fleiri fyritøkur viðurkenna og virða avbjóðingina, ið liggur í hesum veruleika, og hvør kundauppgáva verður tí skipað sum verkætlan við arbeiðsbólki samansettum út frá teimum krøvum, ið dygdargóð loysn setir. Vani bítur best, men dagurin í dag krevur nýggjar og rætt tillagaðar loysnir, ikki gamalt bit. Fólk duga sjálvi at taka røttu avgerðirnar, kennast tey við málini, og best duga tey í eggjandi samstarvi.
Nevndin fegnast um, at alt fleiri fyritøkur í Føroyum ganga hesa leið í skipan av virki og uppgávum, við denti á fjøltáttaða útbúgving og endurútbúgving av starvsfólki, ið loysir uppgávurnar í toymum, har dygd, trygd og trivnaður verður sett í hásæti. Tær viðurkenna, at hetta eru fyritreytir fyri góðum kappingarføri og vøkstri og fyri vaksandi svørtum tølum á botnlinjuni.
Nevndin er samd um at velja eitt av hesum virkjum, ið eftir fáum árum við denti á dygd, trygd, trivnað og starvsfólkamenning hevur megnað at vaksið seg til at verða millum tey størstu í sínari vinnu í Føroyum, og sum hevur staðið seg væl í kapping og samstarvi við stóru útlendsku kappingarneytarnar.
Tíðirnar hava ikki verið ímóti í hesari vinnu seinnu árini, men at vaksa frá byrjan í 2001 til í dag at vera ein av størstu fyritøkunum gerst ikki bara við hepni. Kappingarneytarnir eru sterkir og gamlir í garði. Men orðhaldni, framúr fyrireiking í toymisvirki og ágrýtnið hjá hesum toymum at loysa uppgávurnar væl innan avtalaða tíð og við tí góðsku, sum er avtalað, hevur givið úrslit.
Articon er byggifyritøka, sett á stovn í 2001 við partapeningi upp á 1,6 mió. kr. og við egin peningi ultimo 2007 upp á 33,1 mió. kr. Eginpeningsavkastið áðrenn skatt varð í 2007 50%, og avlopið eftir skatt varð 9,8 mio. kr. Starvsfólkatalið hevur verið støðugt vaksandi og í dag starvast 115 fólk í fyritøkuni.
Dómsnevndin er tí samd um, at velja P/F ARTICON til Ársins Virki 2008.