Tíbetur var eingin mansskaði

í kappróðrinum í illveðrinum á vestanstevnu. Í sjálvum róðrinum var eingin skaði á bátarnar, men á veg til hús aftur var um reppið, at Havnar Róðrarfelag misti 5-mannafarið Sílið. Báturin og viðheftisvognurin vóru lættir á, og báturin varð skaddur. Kortini verður vónað, at tað fer at bera til at rógva við Sílinum á ólavsøku.