Tíbetur sótu øll væl bundin

Trý smábørn sótu í bilinum, sum fór út av og í knús við Gøtugjógv í morgun, men eingin mansskaði hendi, tí øll fýra í bilinum vóru íbundin.

 

Óvæntaði kavin hevur argað ferðsluna um stóran part av landinum í morgun, og við Gøtugjógv hendi eitt ferðsluóhapp, tá ein bilur fór á glið í hálkuni.

 

Bilurin fór oman av vegnum og niður á eitt parkeringspláss hjá einum bilverkstaðið har. Sambært vakthavandi rullaði bilurin runt á takið og er snøgt sagt farin í knús.

- Trý smábørn og ein vaksin vóru í bilinum. Tíbetur sótu tey øll væl íbundin, so eingin mansskaði hendi, sigur vakthavandi.

 

Annars hevur náttin verið friðarlig og eingi størri óhapp annars í ferðsluni.