Tá bert tað besta er gott nokk

At luksusbilarnir Lexus teljast millum heimsins bestu bilar, vísa nógvar brúkarakanningar frá ymiskum analysustovnum kring heimin. Vit hava royndarkoyrt nýggjasta Lexus 300 GS


Søgan um luksusbilin Lexus er tann, at tað var Toyota-leiðslan sum síðst í 80-unum samdist um at gera ein luksusbil, sum skuldi kappast við heimsins bestu bilar, bæði í kvaliteti og tænastu á hægsta støði. Fyrsti Lexus varð sýndur fram á Detroit Auto Show í 1989. Eftir stuttari tíð var Lexus ein tann mest seldi luksusbilurin í USA.
 
Ein Lexus er nakað heilt fyri seg. Bara við at lata hurðar og lúkur upp og aftur, merkist beinanvegin góði kvaliteturin. Alt er so gjøgnumført og lætt at handfara.
Hesin nýggjasti Lexus 300 GS er eksklusivur bilur í allar mátar. Bilurin vit royndarkoyrdu var sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu og automatiskum 2-sonu klimaanleggi og aircondition í forsetrunum, multifunktionsdisplay við GPS-ara og bakkikamera.
 
Við t.d. at trýsta á ein knøtt á instrumentborðinum kemur ein sólgardina upp fyri sjálvan bakrútin. Tá bilurin so verður settur í bakkgear, fer sólgardinan automatiskt niður, bakkikameraði, sum er í litum, vísir alt sum er aftan fyri bilin, og bæði síðuspeglini stilla seg inn soleiðis at bilførarin sær niður við síðuna á bilinum, og hvar bakhjólini eru.       
 
Tað er helst lættari at siga hvat ein slíkur bilur ikki hevur av útgerð, tí har er næstan alt. Vit kunnu nevna t.d. Bluetooth til telefon, automatisk niðurblending av síðu- og bakkispeglum, Xenon-lyktir við automatiskari hæddarstilling, "Smart-key entry"
umframt so gott sum alla elektronisku tøkni, sum man kann vænta av einum bili í hesum klassanum. Hann hevur memory-stiling til tríggjar ymiskar persónar í báðum forsetrunum, soleiðis at forsetrini, síðuspeglini og rattið stilla automatiskt til tað tey eru programeraði til.
 
Lexus GS300 er bæði lættur, ljóðleysur og kvikur at koyra. 6-trins automatgirkassin og V6 motorurin samstarva so væl, at tað er ein sonn frægd at koyra bilin. Koyrieginleikarnir er eisini í serklassa.
 
Frá Reyni Service verður upplýst at Lexus GS300 kosta frá kr. 598.000,-. Bilurin vit royndarkoyrdu kostaði við leðurpakka og komfortpakka + sóltak íalt kr. 696.000,-
 
Lexus GS3OO aut.
 
Motorurin:                             3.0 litur 6 syl. 24V 249 hk
 
0-100 km/t:                             7.2 sek.
 
Bensinnýtsla:                           10,2 km/l
 
Dekkstødd:                              245/40-18
 
Stødd og vekt:
Longd                                      483,0 cm
Breidd                                      182,0 cm
Hædd                                       143,0 cm
Eginvekt:                                   1.575 kg
Viðførisrúm:                             430 litrar
 
Prísur:                                      kr. 696.000,- (v.leðurpakka og komfortpakka + sóltak)
 
Søluumboð:                     Reyni Service
Vegurin langi
FO-110  Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo