Í norðurnorsku bygdini Berlevåg liva fólk einfalt og gudsóttandi. Tvær eldri kvinnur, sum búgva undir sama taki, hava tikið eina franska kvinnu til sín, eftir at hon flýggjaði undan ófriði í París. Hon tænir í húsunum og ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær.
Franska kvinnan eitur Babette og var einaferð ein kendur kokkur á fínari matstovu í París. Men í Berlevåg hevur hon lært at gera tann einfalda matin, sum fólkið har vil hava.
Tá ið Babette vinnur 10.000 frankar í happadrátti heima í Fraklandi, ger hon av at skipa fyri veitslu í sambandi við hundrað ára dagin hjá gamla próstinum, sum var pápi kvinnurnar, hon býr hjá.
Hon skipar fyri einari gourmet matskrá uttan sín líka, og fólkini í Berlevåg fáa ein smakk av fínasti fronsku matgerðini. Men hvat hendir, tá ið varna bygdarfólkið, sum eisini hava síni innanhýsis stríð, koma til veitsluna hjá Babette?
Heimskendi danski rithøvundin Karen Blixen skrivaði nakrar framúr góðar søgur, og Babettes Gæstebud er ein klassisk og ævigtgaldandi søga um, at við hvørt skal listarfólkið gera sítt allarbesta og fáa einglarnar at syngja.
Skaldsøgan er stutt og kann lesast eitt av myrku og køldu kvøldunum.
Filmurin, sum byggir á søguna, vann eina Oscar heiðursløn í 1987.