Tú bara tosar

Krígsstemningur í Manchester: - Ibra, tú tosar nógv, men flytur teg ikki nógv, er ein av setningunum, sum setti eld í

Tað er krígsstemningur millum Manchester United og Manchester City, eftir grannauppgerðina sunnudagin, sum Manchester City vann 2-1. José Mourinho, venjari hjá Manchester United, var ónøgdur við fegnu spælararnar hjá Manchester City, sum hann helt gjørdu ov nógv av. Tað endaði við, at hann fekk eina vatnfløsku í høvdið.

 

Les eisini: Hvør er tú?

 

Síðani bleiv rok millum upp til tjúgu mans, har ein av venjarunum hjá Manchester City, Mikel Arteta, fekk ein stoyd av onkrum slag, ið gjørdi at hann fór at bløða. Sagt verður eisini frá, at tað bleiv tveitt runt við mjólk og øðrum.

 

Í dag skriva spanskir miðlar, at ein av hendingunum, sum setti eld í, var tá onkur úr venjaratoyminum hjá Manchester City niðurgjørdi Manchester United áleyparan, Zlatan Ibrahimovic.

 

- Ibra, tú tosar nógv, men tú flytur teg ikki nógv, skal ein av venjarunum hjá Manchester City hava sagt við svenskaran, sambært Marca.

 

Tað er alment kent, at Pep Guardiola og Zlatan Ibrahimovic ikki kunnu saman, eftir at Zlatan Ibrahimovic legði eftir Pep Guardiola fyri tíðina, tá teir vóru saman í FC Barcelona. Tað er eisini alment kent, at Pep Guardiola og José Mourinho ikki finna so væl útav tí.

 

Enska Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at hugt verður nærri at hendingini, sum hevur fingið nógva umtalu. Spælarar sum Marcos Rojo og Romelu Lukaku hjá Manchester United, og Ederson hjá Manchester City, eru millum spælararnir, ið er nevndir í rokinum.

 

Pizzagate

Hetta er ikki fyrstu ferð, at órógv hevur verið í tunnellini á Old Trafford eftir ein stóran dyst. Ein tað tiltiknasta hendingin var í 2004, tá Manchester United vann 2-0 á Arsenal, sum frammanundan ikki hevði tapt í 49 dystir.

 

Eftir dystin fekk Sir Alex Ferguson, táverandi venjari hjá Manchester United, eitt pitsastykki tveitt á seg. Ikki fyrr enn 13 ár seinni viðgekk Cesc Fabregas, sum tá spældi við Arsenal, at tað var hann, sum tveitti pitsastykkið.

 

Tá vóru Manchester United og Arsenal feløgini, sum strídust um meistaraheitið. Nú eru tað Manchester City og Manchester United, sum stríðast um meistaraheitið – og aftur tykist verða krígsstemningur.

 

Premier League 17. umfar:

Í kvøld:

Burnley - Stoke City

Crystal Palace - Watford

Huddersfield Town - Chelsea

 

Í morgin:

Newcastle United - Everton

Southampton - Leicester City

Swansea City - Manchester City

Liverpool - West Bromwich Albion

Manchester United - AFC Bournemouth

Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion

West Ham United - Arsenal