Tí bankar Bush Kerry

   

Eftir áheitan verður hetta stutt roynd at greiða frá, hvussu í allari víðu verð Bush, hóast hunddálkaður í øllum fjølmiðlum (eingin høgravendur er eftir), klárar at vinna á Kerry 2. nov.
Amerikanarar vita, at valið stendur millum at yvirliva sum frælslynt og kristið fólk og tjóð øðrumegin og at geva seg undir sosialistiskt og islamo-fascistiskt ST-veldi hinumegin.
Ímillum hesar pólar liggur eitt feikt, vøkkult og sosialistiskt Europa, sum ótakksamt bítur (amerikansku) hondina, sum føðir okkum og heldur okkum uppi búskaparliga. Eisini vanvirðir Europa amerikansk vápn, sum hava vart okkum móti Hitler, Sovjet og nú islam. Bush er ímyndin av nýggjari amerikanskari styrki, og tað er nóg mikið til, at Schröder (giftur 5 ferðir) og Chiraq (franskur erkasnobbur) hata Bush av innasta hjarta og berum undirluta-kenslum.
Í 2000 valdu 60% av kvinnunum Gore og 40% Bush, sum kortini vann. Hesuferð stendur á jøvnum 50-50. Orsøkin er, at kvinnur kenna hús, heim og familju tryggari í republi-kanskum (fólkafloks) hondum enn í demokratiskum (sosialistiskum) lummum.
(Rættir) menn velja Bush í lutfallinum 60 til 40. Teir kenna eitt mannfólk, tá teir síggja ein ordiligan "cowboy" (I'm proud to be an Okie from Muscogie). Bush hevur 3 ár gingið undan í 4. heimsbardaga (Kalda kríggið var 3.).
Yngri veljarar (18-30 ár) stuðla Bush 65-35, tí hann er ímynd av einum tryggari USA. Kerry er í teirra eygum óálítandi. Hann spælir sosialistur hóast milliarderur (arvað tað mesta í aðru Heintz-giftu). Hann eigur 12 palass runt um í heiminum. Hin orsøkin til, at tey ungu stuðla Bush, er stórvøksturin í amerikanska (og í heims)búskapinum eftir skattalættarnar hjá forsetanum í fjør.
Kerry er meiri ótilrokniligur. Hann var 4 mánaðir í Vietnam, hóast hann var ímóti krígnum. Síðan kom hann heim og skuldsetti alment sínar vápnabrøður fyri krígsbrotsverk og hópdráp í Vietnam. Nú hava gomlu stríðsfelagar Kerrys (Swift Boat Veterans) lýst Kerry í bann sum óálítandi og óskikkaðan sum leiðara. Síðan brátagnaði reyparin um síni krígsavrik, sum hann annars bygdi alt valstríðið á fram til flokstingið.
Kerry er annars landasvíkjari av lyndi. Hann samráddist privat í París 1970 við umboð fyri Ho Chi Mihn-stýrið, við Sandinistarnar í 1980-árunum og atkvøddi ímóti krígnum í Saddam í 1991. Sostatt hevur hann stuðlað deyðsfíggindum USAs seinastu 35 árini. Nú atkvøddi hann fyri krígnum móti Irak, men hevur síðan kúvent ímóti og gevur Bush skyldina fyri at hava lokkað seg!
Forsetin er "CiC" (ovasti) yvir amerikansku hermegini. Hvussu kann nakar (uttan sosialistar) ímynda sær Kerry í hesum leikluti? Hann atkvøddi ímóti B-1 bumbuflogfarinum, ímóti B-2 ditto, ímóti F-14A Tomcat rakettini, ímóti tí uppgraderaða F-14D jagaraflogfarinum, ímóti Apache tyrluni, ímóti F-15 Eagle jagaraðnum, ímóti Patriot missilinum, ímóti Aegis-cruise verjurakettini, ímóti SDI (rúmdarverjuni) og ímóti Trident missilinum.
Hetta er maðurin, sum ger seg upp til at vera herovasti í USA-hermegini. Men vápnað við hvørjum? Við skráspýttum? Klovnur!
Undir Bush hevur USA nógv sterkasta hermegi í heimi, meiri enn 15 tey næstu vápnaðu londini tilsamans! Á tann tryggleiki, tað gevur borgarligum og kristnum hjørtum.
60% av teimum, sum stuðla Kerry, hata Bush meiri enn teimum dámar Kerry. Tað er vána útgangstøði. Hugsa tær valplakatirnar: "Hata Bush, stemma Kerry".
Asiatar (mest gávaðu og ágrýtnu borgarar í USA) atkvøða republikanskt. Bush sær nú út til at fáa fleiri svartar atkvøður enn nakar republikanari síðan Reagan. Tey kenna seg sviknan og eru endað í sosialistiskum kyksendi, eftir at hava atkvøtt demokratiskt síðan áðrenn kríggið. Har er einki at heinta uttan niðurlátandi eftirlæti, kvotur, undantøk og 2. floks útbúgvingar og jobb.
Heintz-milliarderurin leiðir nú flokkin hjá Truman og Kennedy. Hvørgin hevði sloppið at verið limur í dag. So langt til vinstru liggja demokratarnir. Fyri at vinna valið má Kerry sleiska fyri fakfeløgum (serliga lærarum og sjakaljuristum), selja sálina til femin(az)istar, liggja skerflatur fyri negrofascistum, logra fyri øvugtum og bakvendum, dansa regndans við umhvørv(it)isknokkum og grulva fyri hvørjum forkelaðum minniluta í USA.
Hetta eru tey - sosial berma og sosialistiskir akademikarar - sum saman við fjepparum uppi í almenna skattafíggjaða búskapinum fíggja sirkusið hjá demokratunum, Kerry og Edwards.
Amerikanarar vita, at George W Bush við stuðli frá republikanska meirilutunum í Kongressini (báðum kømrunum) setti í verk størstu skattalættar síðan risan Reagan (hann situr nú, signaður, í fangi Ábrahams). Í sama viðbragdi kom vøkstur í búskapin, ikki bert í USA, men nú eisini í Europa (ótakksama, islam-lifrandi skarn).
Orsakað at skjótt vaksandi skattainntøkum minkar hallið á amerikansku fíggjarlógini 100 mia USD longu í ár.
Topp 1% av amerikanskum inntøkum rinda 20% av øllum skatti. Topp 10% av inntøkunum rinda 60% av skattinum. Tey, sum tjena ovaru 50% av øllum inntøkum, gjalda 95% av skattinum. Fjøldin av amerikanarum er nevniliga skattafrí.
Miðal inntøkan fyri tey lægstu 20% av inntøkunum táttar í USD 20.000. (Hægri enn í Føroyum). Miðal livialdurin er lítið lægri enn í Norðurlondum.
1,5 miljón nýggj arbeiðspláss eru komin síðan í fjør heyst.
Arbeiðsloysið er niðri á 5,4%, hitt lægsta síðan "bløðran" hjá Clinton brast.
Búskapurin veksur 5-6% í 2004 og hitt sama næsta ár, hóast høga oljuprísin.
Eina ferð enn er tað kapitalisma og fríur marknaðarbúskapur við skattalættum í USA, sum draga allan heimsbúskapin fram og upp.
Mótsett europearum skilja amerikanarar, sum velja Bush, at tað ræður um at frígera fólk úr almannafelluni, at geva teimum sjálvsábyrgd, at gera tey produktivar borgarar.
Kerry og demokratarnir vilja binda fólk niður í ósjálvstøðu, heft at almannaskipanini sum varandi sosialklientar og á tann hátt tryggja atkvøðuna frá teimum við alla. Tað er óamerikanskt, halda tey flestu.
Bush vinnur við 55% av atkvøðunum. Kerry fær 45% íalt. Bert California og New York av teimum stóru og so nakrir smáir sosialistastatir í landnyrðings-USA geva Kerry meiriluta.
Bush fær so fríar hendur til at berja teir mest drápshugaðu jihadistarnar niður. So kann heimurin (serliga Ísrael og eisini Europa) anda eitt sindur lættari. Takkað veri Bush kunnu drápsmenn hjá tí muhamedanska deyðsmentanin umhugsa tað tilboðið um persónligt og politiskt, sosialt og útbúgvingarligt frælsi, sum USA eina ferð roynir tryggja øllum heimsins borgarum.
Eftir 2. november verður (fals-sosialistiski) Heintz-milliarderurin líka ófarligur sum ketchup og salatkrem við sama navni. Men longu í 2008 liggur næsta sosialistiska hóttan og lúrir til forsetavalið í USA: Femin(az)istiska gívurin Hillary Clinton. Men henni basa vit, tá tann tíðin kemur.
Bless you, Bush. Koyr á, hasin rádni ("redneck"). Vit eru nøkur tandur, sum morgun og kvøld biðja fyri, at tú vinnur, og at Kerry (hentur býttlingur hjá Islam) tapir - so ruddiliga.