FÓTBÓLTUR
Dómararnir tykjast ikki vera í iva. Málið skuldi ikki verðið góðkent. Mike Jones skuldi steðga spælinum og fingið reyða baðibóltin av vøllinum, áðrenn dysturin millum Sunderland og Liverpool varð bríkslaður í gongd aftur.
Hetta siga bæði Jeff Winther og Dermot Gallacher, sum báðir hava dømt nógv ár í Premier League, men nú eru givnir. Danski dómarin Claus Bo Larsen, sum Ekstra Bladet hevur spurt, er av somu sannføring. Málið skuldi ikki verðið viðurkent.
– Her er ikki talan um dómarans meting, men um ein feil, og so eigur Liverpool at fáa nýggjan dyst, sigur Larsen.
– Hevði talan verið um ein áskoðara, ein hund ella kanska ein eyka bólt, so er jú eingin ivi um, at dómarin hevði steðgað spælinum og so byrja aftur við uppkastið, tá spælið skuldi setast ígongd aftur, sigur hann við Ekstra Bladet.
Hetta er júst sama sjónarmið, sum bæði Winther og Gallacher vísa á í enskum fjølmiðlum. Teir vísa báðir til altjóða lóggávu hjá FIFA, sum sigur, at spælið eigur at verða steðgað, um tað verður beinleiðis ávirkað uttanifrá.
– Eg eri rætt og slætt ovfarin. Tað er ein grundleggjandi reglugerð í fótbólti, og málið átti ongantíð at verði viðurkent, sigur Winther við The Sun.
Nú fleiri kendir og viðurkendir dómarar hava givið sína hugsan til kennar gjøgnum vikuskiftið, sleppur Jones til orðanna í dag. Eftir ógvusliga mistakið skal hann greiða Professional Game Match Officials, sum er felagið hjá yrkisdómarunum í enskum fótbólti, frá avgerð síni.
Tað sama skulu hansara tríggir hjálparar, teir báðir linjuverjarnir og so fjórðidómarin, sum allir vóru við at góðkenna avgerðina um at viðurkenna málið.
Men sambært Gallacher kann hetta verða ógvuliga trupult hjá teimum, tá talan er um eitt mistak, sum rópar til himmals á handa hátt, sum hann tekur til í The Sun.
– Eg skilji als ikki, at ein dómari á hesum støðinum, í samráð við sínar hjálparar og fjórða dómaran, ikki sær hvat hendir og dømir rætt, sigur Winther.
Baðibólturin
Tað, sum alt kjakið snýr seg um, er málið sum Bent gjørdi longu í fimta minutti í dystinum millum Sunderland og Liverpool. Beint út frá stongini og nakað innanfyri brotsteigarmarkið, verður bólturin spældur aftur í vøllin úr høgru til Bent, sum er ivaleysur og smekkar til.
Skotið strýkur avstað eftir grassvørðinum, men málverjin Reina ger seg kláran at bjarga. So er tað, at bólturin støkkur í ein reyðan baðibólt, sum liggur og rekst inni í brotsteiginum. Skotið frá Bent broytir kós, snýtir Reina fullkomiliga og endar í málinum.
Málið verður viðurkent og stendur við. 1-0 til Sunderland eftir bara fimm minuttum, og 1-0 til Sunderland gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Tað margháttliga í øllum hesum var, at tað var ein heilt ungur Liverpoolfjeppari, sum tveitti reyða baðibóltin inn á vøllin.
Sjálvgjørt er vælgjørt, var tað onkur sum segði.
Er trupult hjá Liverpool
Við hesum hevur Liverpool tapt fýra dystir í ár. Hetta er tvífalt so nógv sum seinasta kappingarár, tá Liverpool einans tapti tveir dystir og gjørdist nummar tvey. Nú ugga Liverpoolfjepparar seg helst við, at Manchester United eisini tapti fýra dystir í fjør. Men skal Liverpool ikki fara upp um tað markið krevst, at teir eru ósigraðir 29 dystir á rað. Tað verður trupult.
Ikki minst, tá Liverpool sunnudagin tekur í móti júst Manchester United. Vinnur útiliðið tá, so eru tað tíggju stig, sum skilja feløgini bæði eftir bara tíggju umfør.