Tí avlýsir Smyril siglingina av og á

Aftur í dag hevur Smyril avlýst tveir túrar í dag. Tískil siglur hann ikki túrin av Havnini klokkan 16, og túrin av Krambatanga klokkan 17.30.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, Smyril avlýsir túrar ímillum Havnina og Suðuoy og tað hevur fingið fólk at illneitast inn á Strandferðsluna, tí onkuntíð hava tey hildið, at veðrið hevur ikki verið so ringt, at Smyril ikki kann sigla.

 

Og Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni sigur, at tað heldur ikki sjálv siglingin, sum hevur verið fremsta orsøkin til avlýsingarnar. Men hann leggur afturat, at sjálvsagt avlýsir tey ikki siglingina til stuttleika.

 

Hann sigur, at í morgun hevði Smyril ein ófantaligan túr norður og gjørdi av at fara vestan fyri Sandoynna. Men í so ringum veðri verða túrarnir væl drúgvari enn eftir ferðaætlanini, og í morgun hevði hann tveir tímar og 40 minuttir úr Suðuroy til Havnar.

 

Men tað merkti samstundis, at hann skuldi loysa aftur fimm minuttir seinni, samstundis sum at tað er stutt ímillum allar túrarnar restina av degnum. Harafturat sigur hann frá versnandi veðri í dag. Sostatt er tað longu frá morgunstundini greitt, at tað verða nógvar seinkingar, og at ferðaætlanin fer at koma í drag.

 

Við hesum lagi hevði Smyril ikki verið liðugir fyrr enn klokkan eitt í nátt og tá koma vit í stríð við altjóða reglurnar um hvílitíðina hjá manningini, sigur Heri Norðberg. Eftir altjóða reglum skal manningin hava hvíld í minst seks tímar samanhangandi, men fær manningin ikki frí fyrrenn klokkan er farin av eitt i nátt, fær hon ikki kravdu hvíldina til riglingin skal takast upp aftur í morgin ári.

 

– Vit hava altjóða reglur um hvílitíðir hjá manningini at halda okkum til, og tískil hava vit ikki heimild til at leggja eina ferðaætlan til rættis, har manningin skal sigla so leingi, sigur ferðslusamskiparin.

 

Nú er Smyril so á veg suður aftur, og hann siglur so norður aftur klokkan fyrrapartin, sum hann skal.

 

– Tá ið vit avlýsa túrar, royna vit altíð at avlýsa í so mikið góðari tíð, at fólk, sum hava fyri neyðini at sleppa ímillum, skulu fáa ein túr, og tað fáa tey so eisini í dag.

 

Heri Norðberg sigur, at tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Og tað er, at tað er so trongt innan fyri Molan í Havn, at tað er ein stór avbjóðing hjá skiparanum at fáa Smyril trygt at bryggju. Har er einki at geva av, serliga ein morgun sum í morgun, nú Norrøna eisini liggur við bryggju.

 

Og hendur nakað við Smyrli, eru suðuroyingar av álvara illa farnir, tí so er einki skip yvirhøvur. Harafturat kemur tað, at fær Smyril skaða, má hann av landinum til umvælingar, tí hann er so stórur, at hann sleppur ikki á beding í Føroyum, so tað er eisini ein spurningur um at binda um heilan fingur, sigur Heri Norðberg.