Sjálv havi eg einki problem við at at geva samkyndum rættindi. Tað segði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, í Løgtinginum í farnu viku, tá ið eitt uppskot frá andstøðuni var til viðgerar um at lata samkynd foreldur fáa somu rættindi í barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.
Tað hevur leingi verið greitt, at tað fór at ríða um snarið um uppskotið fór at vera samtykt, ella ikki og umboð fyri LGBT duldu ikki fyri, at tey settu sítt álit á, at Annika Olsen fór at taka undir við tí. Tað gjørdu tey tí at hon hevði víst, at hon virdu rættindini hjá samkyndm.
Men Annika Olsen staðfesti samstundis, at hon følir tað sum eina skyldu at vera trúgv ímóti samgonguni. Hon vísti á, at Løgtingið hevur samtykt at samkynd kunnu giftast og ta lógini útinti hon eisini í verki tá ið hon var borgarstjóri í Havn, tí ta tíðina gifti hon fleiri samkynd pør.
Men samstundis vísir hon á, at tá ið hon er í eini samgongu, hevur hon skyldu til at vera trúgv ímóti henni. Og tað er uppgávan hjá samgonguni at finna politiskar semjur, sum øll kunnu taka undir við, tí tað er tað, sum bindur eina samgongu saman.
Annika Olsen segði, at tað, sum hevur størstan týdning fyri eina politiska leiðslu, er álit ímillum allar partar, tí tann dagin, álitið er farið, er samgongan eisibi farin.
Úrslitið var sostatt, at Annika Olsen atkvøddi ímóti uppskotinum frá andstøðuni um at geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum onnur foreldur hava.
Men aftur fyri atkvøddi hon fyri einum uppskoti frá floksfelaganum, Christiani Andreasen, tí hon sigur at tað røkkur sama endamáli sum uppskotið hjá andstøðuni – og meiri enn tað.
Kjarnin í tí uppskotinum var, at pengarnir skulu fylgja barninum. Tað merkir, at ein persónur, sum er einsamalt foreldur, kann gera av, hvør skal hava tann partin av farloyvinum og barsilsgjaldinumm, sum hitt av foreldrinum skuldu hava.
Orðð samkynd varð ikki nevnt í uppskotinum, men Annika Olsen er sannførd um, at tað uppskotið loysir tann trupulleikan, sum andstøðan vil loysa, og meiri enn tað.
Eitt dømi, hon nevndir, er, at ein kvinna kann fáa føðitunglyndi, so at hon ikki klárar at passa barnið. Men eftir hesum uppskotinum kann hon lata mammu sína, systur sína, ella eina góða vinkonu, hjálpa sær at passa barnið, og so fáa tann persónurin tann partin av barsilsfarloyvinum og barsilsgjaldinum, sum pápin annars hevði fingið. Annika Olsen sigur, at tað er ein skipan, samkynd foreldur høvdu fingið ágóðan, umframt øll onnur, sum vóru stakir, løgfrøðiligir uppihaldarar.