Tíð at reisast

Hóast tað enn er langt eftir á mál í Formula-deildini, so skerst ikki burtur, at hvørgin av pørtunum hevur serliga góð ráð at tapa í dag.

Meistararnir úr NSÍ hava ikki rakt rætta spælið higartil í ár, og hjá HB hevur gingið illa í hond seinastu vikurnar.

 

Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir uttan miðvallarin Milan Pejcic. Hann varð skaddur undir venjing mikukvøldið. Milan vandi ikki hóskvøldið, og tá var tað rættiliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ímóti HB.

Hjá HB gera skaðar sum so ikki um seg. Men liðskiparin varð skiftur í vikuni, og tað kann kosta í innanhýsis órógv. Og hartil hevur ljóðað, at talan verður um fleiri broytingar á liðnum, nú teir skulu royna at reisa seg.