Tíð at melda til fimleik

Meðan Fimleikafelagið Ljósið í dag hevur sína tilmelding í Sankta Frans skúla í Havn, so verða tilmeldingarnar hjá Havnar Fimleikafelag í høllini á Stórheyggi næsta vikuskiftið, sunnudagin 2. september.

 

Fimleikurin í Føroyum er rættiliga væl fyri, og nógv eru tey, sum hava hug at royna seg.

 

Serliga í rútmiskum fimleiki er áhugin stórur, og støðið er hækkandi, sum úrslit í altjóða kappingum eisini ber boð um.

 

Fimleikur er ein vetrarítrótt, og nú summarið so smátt fer at halla, er tí hjá feløgunum at fyrireika seg upp á veturin.

 

Tað ger Havnar Fimleikafelag eisini, tí sum vanligt er, verður tilmeldingin til nýggja kappingarárið í høllini á Stórheyggi annan sunnudag, tá tilmeldingin fer fram millum klokkan 15 og 16.

 

Venjingartíðirnar verða at síggja í Sosialinum fríggjadagin 31. august, og frá hesari vikuni eisini inni á heimasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag, boðar felagið frá.