Út at koyra í dag

Í dag fer amerikanska kanningarfarið "Spirit" á sína fyrstu kanningarferð á gongustjørnuni Mars.

Seinastu dagarnar hevur amerikanska rúmdarleiðslan fyrireikað ferðina. Hesar dagarnar hevur "Spirit" sent fleiri myndir niður á Jørðina, men ein partur av myndunum eru ikki so klárar, tí dustið avmarkað sýnið. Gjáramorgunin varð "Spirit" snarað eitt sindur, tí tað vísti seg, at farið kundi ikki fara tann upprunaliga vegin, nú tað skal kanna skorpuna á gongustjørnuni. Sjálv kanningarferðin verður í ein útnyrðing.

Amerikanska farið lendi á Mars um morgunin tann 4. januar eftir at hava ferðast sjey mánaðir ígjøgnum rúmdina. Ætlanin er nú, at "Spirit" skal gera sínar kanningar teir næstu tríggjar mánaðarnar. Høvuðsmálið er at kanna, um nakrar leivdir av vatni eru at finna á Mars. Tann 25. januar lendir enn eitt amerikanskt kanningarfar á Mars. Tað skal gera somu kanningar sum "Spirit".