Forkunnug ferð
Í 12 ár hevur Catherine Jacobsen, millum vinir nevnd Katrin, búð í Føroyum, og tvey einastu árini hevur hon arbeitt á Tjarnargarði í Havn.
Starvsfelag hennara vistu, at Katrin seinasta ár var saman við bindiklubbanum og feraðist á Fílabeinsstrondini, haðani Katrin er ættað.
Ein dag seinasta vetur segði ein av tarvsfeløgum hennara á Tjarnargarði, at tað hevði verið stuttligt, um fleiri teirra fóru ein túr niður til Fílabeinsstrondina.
Katrin tók tær upp á orðið og hongdi ein seðil upp, har tær kundu teknað seg.
Tá av tornaði vóru 15 nøvn komin á listan , og tær fara nú allar við Katrini avstað.
Tær hava gingið og tosað um ferðina hetta seinasta hálva árið, hava roynt at fyrireika seg, men tað var ikki sum at siga tað, tí á netinum var lítið at finna. Tað, sum var at finna, var at kalla alt á fronskum.
Sjáldsamur møguleiki
- Vit líta fult og heilt á tað, sum Katrin og skyldfólk hennara hava fyriskipað, siga Poula Debes og Súsanna í Soylu, sum fara við á hesa sjáldsomu uttanlandsferð. Ein ferðamøguleiki, sum tær neyvan fáa aftur í lívinum.
Nakrar fyrireikingar hava tær tó verið noyddar sjálvar at gjørt, og tað var at koppseta seg. Tær hava vaksinerað seg móti gulum fepri, hepatitis A og B og difteritis, og tær taka esini tablettir móti malaria.
Mánadagin fara tær ur Føroyum og koma aftur 17. september.
Katrin hevur fingið mostur sína og mann hennara at leggja ferðina til rættis, og tað hava tey gjørt út í æsir.
Væl fyri
Tey eru múgvandi fólk og hava givið teimum innivist í summarhúsi sínum. Summarhúsið er ikki nøkur kroysa, tí har eru tíggju kømur, og líka nógv vesi, køkur og stova.
Tær sleppa tó frá at hugsa um matgerð, tí tær fáa sína egnu kokkakonu, og konur koma eisini at vaska klæðir teirra.
Bussur við førara er bílagdur til teirra at ferðast við allar dagarnar.
Fílabeinsstrondin er eitt fátækt land, og ikki vandaleyst hjá fremmandafólki at ferðast í. Tí hava skyldfólkini hjá Katrini skaffað teimum fýra lívverjar, sum skulu ansa eftir teimum allar dagarnar.
Ætlanin er eisini at fara at vitja í landinum Gana.
Skrá er gjørd fyri allar dagarnar, og tær skulu m.a. vitja tveir ráðharrar.
Mamma Katrin er ættað av Fílabeinsstrondini, og pápin úr Gana.
Pápin er sonur ein høvdinga, hava tær skilt á lagnum.
Familjan hjá Katrin er øll væl fyri, og maður mostrini eigur hotell í Gana.
Ikki so dýrt
Ferðin kostar 20.000 krónur fyri hvørja, og tað halda tær ikki vera so galið, tí alt er íroknað.
Hesa ársins tíð liggur hitin millum 25 og 30 stig á Fílabeinsstrondini, nú regntíðin er av. Luftin er slavin, og tað er skýggjað, so tær kunnu ikki vænta at koma sólbrendar heim aftur.
- Vit hava fingið boð um at hava tveir fínar kjólar og fínar skógvar við okkum, siga Poula Debes og Súsanna í Soylu.
Nú nærkast fráferðin, og tær gleða seg ikki bara til at fara til Fílabeinsstrondina, men tað verður eisini deiligt at vera burturi í nógvar dagar saman við góðum starvsfeløgum.