Út at eta úti

Suðuroyingar sleppa nú av álvara út at eta, tí forvitnisligt tiltak verður leygarkvøldið At fara út at eta er óivað mest eitt fyribrigdi, ið hoyrir stórbýnum til, meðan bygdamentanin í minni mun hevur hetta í sær, men í Suðuroynni verður nú av álvara møguleiki at eta úti.

Leygarkvøldið verður Tipi-tjaldið hjá VILT karmur um grillkvøld vesturi á Eiðinum í Vági. Tá kemur kokkurin Hallur, sum fyri tíð síðani gjørdi mat til kvinnuborðhaldi í Billardhúsinum í Vági, at venda búffum á grillini og servera saman við bakaðum epli, salati og góðum omaná.

Tipi-tjaldið hjá VILT hevur longu verið karmur um fleiri hugnalig tiltøk, og møguleikin at royna hetta er aftur leygarkvøldið.

Ætlanin er eisini at nakað av tónleiki og sangi verður á skránni, so eitt gott hugskot er at hava ?okkara sangbók? við.

Í sambandið við túnadansin í Fámjin seinni um kvøldið, so koyrir bussurin frá Tipi-tjaldiðnum kl. 00.10, og leggur leiðina norður til Fámjin.

Tekning til tiltakið fer fram hjá Vilt.