Tíðarrit við dygdarskaldskapi

Leygarkvøldið býður nýggja tíðrarritið Vencil til móttøku á Tjóðpalli Føroya við upplestri og tónleikaframførslu. Móttøkan er almenn.

Rigmor Dam


Sambært teimum báðum ritstjórunum, Oddfríði Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, er endamálið við tíðarritinum Vencili at birta upp undir hugan og førleikan hjá fólki at lesa skaldskap á føroyskum, og samstundis at eggja rithøvundum og týðarum til at skriva meira og betur.

- Hetta verður gjørt við at bjóða dygdargóðan skaldskap innan allar skaldskapargreinir, siga teir báðir og nevna, at í fyrstu útgávuni eru stuttsøgur eftir Franz Kafka, Charles Bukowski, Sámal Kristian Jacobsen, Raymond Carver og onnur. Eisini eru yrkingar eftir Allen Ginsberg, Bárð Persson, Carl Sandburg, Rannvá Skeel Johannesen, Edith Södergran og nógv onnur.

Hvør er Vencil?
- Jú, Vencil er eitt nýtt tíðarrit við 118 blaðsíðum á tremur við skaldskapi á føroyskum máli. Har ber til at lesa yrkingar, skrivaðar til Vencil, og týddar yrkingar, sum í Vencili á fyrsta sinni standa á prenti á føroyskum. Eisini er ein long yrking, sum var við til at broyta eitt heilt samfelag og 16 yrkingar eftir ein einstakan høvund, sum stendur sum eitt lítið savn inni í Vencili, siga ritstjórarnir báðir.

- Og so eru stuttsøgur bæði úr heimligum jørðildi og stuttsøgur úr heimsbókmentunum, leggja teir afturat og vísa á, at nógvir av høvundunum í Vencili fyri fyrstu ferð kunnu verða lisnir á føroyskum.


Ýl
Mangt forkunnugt verður á skránni leygarkvøldið. Eitt nú boða teir báðir fyrireikararnir frá, at Hans Tórgarð fer at lesa fyrsta partin av longu yrkingini Ýl (Howl) eftir Allen Ginsberg, sum Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt. Og teir greiða frá, at í ár eru 50 ár liðin síðani Ýl stóð prentað í yrkingasavninnum Howl and Other Poems. Í fororðinum í hesum savni, sigur William Carlos Williams: Hann hevur bókstaviliga verið gjøgnum helvitið, og á vegnum møtti hann einum manni, nevndur Carl Solomon. Teir býttu um tenn og skarn úr hesum lívi, ið ikki kann verða lýst uttan at brúka tey orð, ið brúkt vórðu at lýsa lívið.

Carl Solomon var vinmaður Allen Ginsberg. Teir vóru innlagdir samstundis á sinnisjúkrahúsinum í Rocklandi.

Ýl er ógvuliga jødisk í sínum kenslum. Mállærulagið er bíbilskt í sínum endurtøkum. Ýl er eitt ógvusligt ýl eftir allari afturhaldandi siðmenning, ið ikki dugir at hugsa, og sum drepur andan, ið sigur, at tess harðari tú rópar, tess minni verður tú hoyrdur, segði Richard Eberhart, tá ið hann ummælti Howl and Other Poems í New York Times Book Rewiew 2. september í 1956.
Ýl varð á fyrsta sinni lisin upp í Six Gallery í desembermánaði í 1955. Upplesturin skapti slíka øsing, at Allen Ginsberg varð settur í fongsul. Tríggjar mánaðir seinni vann hann rættarmálið og varð latin leysur.

Aðrir mætir rithøvundar
Við í Vencili eru eisini 16 yrkingar eftir finnlandsvenska yrkjaran Edith Södergran. Hon livdi eitt sera trupult lív, sum var merkt av tuberklum, sum hon bara 31 ára gomul doyði av. Við sínum livandi myndamáli gevur hon øllum tí vakra ein heilt nýggjan og serstakan dám. Tær 16 yrkingarnar, sum standa í Vencili, skulu verða lisnar sum eitt lítið úrval úr hennara fyrsta yrkingasavni Dikte frá 1916. Ebba Hentze hevur týtt.

Eisini eru so mætir menn sum teir báðir amerikansku rithøvundarnir, Raymond Carver og Charles Bukowski, við í Vencili. Teir hava báðir sín heilt egna stíl, ið mangir rithøvundar um allan heimin hava fingið íblástur frá. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur týtt Raymond Carver, og Petur Pólsson Jensen hevur týtt stuttsøguna eftir Charles Bukowski.

Føroyskir høvundar
Sambært Arnbirni og Oddfríði eru tað sjálvandi ikki bara útlendskir høvundar við í Vencili. Eisini eru nakrir av bestu rithøvundunum í Føroyum við. Millum teirra kunnu nevnast Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen, Sólrun Michelsen, Hanus Kamban og Oddvør Johansen. Harumframt debuterar Rannvá Skeel Johannesen við trimum yrkingum.

Perman eitt listarverk
Sum nakað serstakt beyð Grafiski verkstaðurin við Jan Andersson at samstarva við Vencil. Hetta merkir, at allar permurnar eru prentaðar á Grafiska verkstaðnum, so hvør perman er einstøk. Hetta er ikki roynt áður. Komandi permur verða eisini gjørdar á Grafiska verkstaðnum, og verða tað listafólk, sum vitja verkstaðin, sum fara at prýða permurnar á tíðarritunum, ið koma. Tóroddur Poulsen hevur gjørt permuna á fyrsta nummarinum av Vencili.

Leygarkvøldið kemur Vencil
Til móttøkuna, sum verður leygarkvøldið klokkan 20, fara teir báðir ritstjórarnir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen, at siga eitt sindur um arbeiðið og endamálið við Vencili. Síðani lesur Oddfríður Marni Rasmussen yrkingina Føðingin  ein kvøða til Vencil. Búi Dam fer eisini at spæla og syngja nøkur løg úr komandi fløgu sínari. Hon verður væntandi á marknaðinum í desember. Fyri steðgin lesur Sólrun Michelsen stuttsøguna Summi renna í stuttum brókum.

Í steðginum kunnu fólk ogna sær fyrsta nummari av Vencili og fáa sær okkurt lætt til góman. Síðani fer Carl Jóhan Jensen at lesa. Hann gevur eisini eina fløgu út um ein mánað ella so. Á fløguni lesur Carl Jóhan Jensen egnar yrkingar, og er hon tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Síðani lesur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð egnu týðingina av Vælumtóktur mekanikkur eftir Raymond Carver. Tá ið hann er liðugur, fer Búi Dam aftur at spæla og syngja. At enda fara vit á fyrsta sinni at hoyra Ýl lisna á føroyskum. Tað er sjónleikarin, leikstjórin og leikritahøvundurin Hans Tórgarð, sum lesur.

Heimasíðan
Um onkur vil vita meira um Vencil, ber til at fara á heimasíðuna HYPERLINK "http://www.vencil.fo" www.vencil.fo, har ein partur av permuna eisini er at síggja. Tey, sum koma leygarkvøldið, kunnu ogna sær Vencil fyri bara 140 krónur. Vencil kostar 160 krónur í bókabúðunum.